Muslimar

80 versir um "Muslimar"

Versir

Síða 2 av 2
Seinna Korintbrævið 11:27 Seinna Korintbrævið

í strevi og møði, mangan í náttarvøku, í hungri og tosta, mangan í føstu, kaldur og nakin.

3
Seinna Korintbrævið 11:28 Seinna Korintbrævið

Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum.

3
Seinna Korintbrævið 11:29 Seinna Korintbrævið

Hvør er veikur, uttan at eisini eg verði veikur! Hvørjum verður volt ástoyt, uttan at tað brennur í mær!

3
Seinna Korintbrævið 11:30 Seinna Korintbrævið

– Skal eg rósa mær, so skal eg rósa mær av veikleika mínum.

3
Seinna Korintbrævið 11:31 Seinna Korintbrævið

Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum signaður er í allar ævir, veit, at eg lúgvi ikki!

3
Seinna Korintbrævið 11:32 Seinna Korintbrævið

Í Damaskus helt landshøvdingi Aretas kongs vakt um stað Damaskusmanna fyri at taka meg;

3
Seinna Korintbrævið 11:33 Seinna Korintbrævið

og gjøgnum glugga á múrinum varð eg sígdur niður í kurv og slapp undan hondum hansara.

3
Seinna Korintbrævið 12:1 Seinna Korintbrævið

Eg má rósa mær, tóat tað er ikki til bata; men nú komi eg til sjónir og opinberingar frá Harranum.

3
Seinna Korintbrævið 12:2 Seinna Korintbrævið

Eg veit mann í Kristusi – um hann var í likaminum, veit eg ikki, ella uttan fyri likamið, veit eg ikki – Gud veit tað – sum fyri fjúrtan árum síðani varð ryktur burtur, líka inn í triðja Himmal.

3
Seinna Korintbrævið 12:3 Seinna Korintbrævið

Og eg veit, at hesin maður – um hann var í likaminum ella uttan fyri likamið, veit eg ikki – Gud veit tað –

3
Seinna Korintbrævið 12:4 Seinna Korintbrævið

at hann varð ryktur burtur, inn í Paradís, og hoyrdi ósigilig orð, sum ikki er menniskja loyvt at tala.

3
Seinna Korintbrævið 12:5 Seinna Korintbrævið

Av slíkum rósi eg mær; men av mær sjálvum rósi eg mær ikki – uttan av veikleika mínum.

3
Seinna Korintbrævið 12:6 Seinna Korintbrævið

Víst verði eg ikki dári, um so eg rósi mær; tí tað verður satt, eg sigi. Men eg lati vera, fyri at eingin skal hugsa hægri um meg enn tað, sum hann sær meg vera ella hoyrir av mær.

3
Seinna Korintbrævið 12:7 Seinna Korintbrævið

Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.

3
Seinna Korintbrævið 12:8 Seinna Korintbrævið

At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.

3
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið

Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.

3
Seinna Korintbrævið 12:10 Seinna Korintbrævið

Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.

3
Seinna Korintbrævið 12:11 Seinna Korintbrævið

Eg eri vorðin dári – tit hava noytt meg til tað. Eg átti jú at fingið rós frá tykkum; tí eg stóð í ongum aftari enn hesir ógvuliga stóru „ápostlar“ – um eg so einki eri.

3
Seinna Korintbrævið 12:12 Seinna Korintbrævið

Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum.

3
Seinna Korintbrævið 12:13 Seinna Korintbrævið

Í hvørjum vórðu tit settir lægri enn hinar samkomurnar, uttan í tí at eg fall tykkum ikki til byrði! Fyrigevið mær henda órætt!

3
Seinna Korintbrævið 12:14 Seinna Korintbrævið

Hyggið, nú standi eg til reiðar at koma til tykkara triðju ferð, og eg skal ikki falla tykkum til byrði; tí eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar – tað eru jú ikki børnini, ið skulu savna til foreldrini, men foreldrini, ið skulu savna til børnini.

3
Seinna Korintbrævið 12:15 Seinna Korintbrævið

Men eg skal við gleði ofra, ja, verða ofraður, fyri sálir tykkara, um eg so verði minni elskaður av tykkum, tess meiri eg elski tykkum.

3
Seinna Korintbrævið 12:16 Seinna Korintbrævið

Men lat so vera, at eg fall tykkum ikki til byrði sjálvur, men at eg var snildur og fangaði tykkum við svikum!

3
Seinna Korintbrævið 12:17 Seinna Korintbrævið

– Havi eg tá gjørt mær vinning av tykkum við nøkrum av teimum, ið eg havi sent til tykkara!

3
Seinna Korintbrævið 12:18 Seinna Korintbrævið

Eg bað Titus fara og sendi hin bróðurin við – hevur Titus gjørt sær nakran vinning av tykkum! Gingu vit ikki í sama anda, í somu fótasporum?

3
Seinna Korintbrævið 12:19 Seinna Korintbrævið

Tit hava nú leingi hildið, at tað er fyri tykkum, vit verja okkum! Nei, fyri ásjón Guds tala vit, í Kristusi – men tað er alt tykkum til uppbygging, elskaðu míni!

3
Seinna Korintbrævið 12:20 Seinna Korintbrævið

Tí eg ræðist fyri, at eg, táið eg komi, kanska skal ikki finna tykkum so, sum eg vildi ynskt, og at eg skal verða funnin av tykkum so, sum tit ikki vildu ynskt – at har skal vera klandur, øvund, vreiði, stríð, baktal, slatur, erpinskapur, óskil –

3
Seinna Korintbrævið 12:21 Seinna Korintbrævið

at Gud mín, táið eg nú aftur komi, skal eyðmýkja meg við tykkum, og at eg skal koma at syrgja um mong av teimum, ið áður hava syndað og hava ikki vent við frá óreinskuni, siðloysinum og skammloysinum, ið tey hava drivið.

3
Fyrsta Mósebók 16:11 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði eingil HARRANS við hana: „Tú ert nú við barn og skalt eiga son; honum skalt tú geva navnið Ísmael;* tí HARRIN hevur hoyrt tað, ið tú hevur liðið.

2
Fyrsta Mósebók 16:12 Fyrsta Mósebók

Hann skal verða eitt villesil av einum menniskja; hond hansara skal vera móti øllum, og hvørs mans hond móti honum; og hann skal liggja í stríði við allar brøður sínar.“

2