Muslimar
80 versir um "Muslimar"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Fimta Mósebók 18:18 Fimta Mósebók
Eg skal lata teimum Profet sum teg stíga upp, ein av brøðrum teirra, og leggja Honum orð Míni í munnin; og Hann skal tala til teirra alt tað, ið Eg gevi Honum boð um.
Jóhannes 8:58 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“
Fyrsta Mósebók 16:15 Fyrsta Mósebók
Hagar átti Ábrami son, og Ábram gav syninum, ið Hagar átti honum, navnið Ísmael.
Fimta Mósebók 18:15 Fimta Mósebók
HARRIN Gud tín skal lata Profet sum meg stíga upp ímillum tykkara, ein av brøðrum tínum; Hann skulu tit hoyra.
Matteus 1:18 Matteus
Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
Jóhannes 3:19 Jóhannes
Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.
Matteus 24:9 Matteus
Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld.
Matteus 24:10 Matteus
Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.
Matteus 24:11 Matteus
Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.
Matteus 24:12 Matteus
Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.
Matteus 24:13 Matteus
Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Matteus 24:14 Matteus
Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.
Matteus 24:15 Matteus
Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –
Matteus 24:16 Matteus
skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;
Matteus 24:17 Matteus
tann, ið á takinum er, má ikki fara niður eftir nøkrum, sum er í húsi hansara,
Matteus 24:18 Matteus
og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.
Matteus 24:19 Matteus
Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum!
Matteus 24:20 Matteus
Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat!
Matteus 24:21 Matteus
Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Matteus 24:23 Matteus
Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Har er Hann!“ skulu tit ikki trúgva tí.
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Seinna Korintbrævið 11:4 Seinna Korintbrævið
Kemur onkur og prædikar annan Jesus – sum vit ikki prædikaðu – ella fáa tit annan anda – sum tit ikki fingu – ella annað evangelium – sum tit ikki tóku við – so umbera tit tað sera væl.
Seinna Korintbrævið 11:5 Seinna Korintbrævið
Eg haldi meg nú í ongum standa aftari enn hesar ógvuliga stóru „ápostlar“.
Seinna Korintbrævið 11:6 Seinna Korintbrævið
Um eg so eri ólærdur í talu, eri eg tað tó ikki í kunnskapi; tvørtur ímóti, á allan hátt og í øllum hava vit víst tykkum hann.
Seinna Korintbrævið 11:7 Seinna Korintbrævið
Ella gjørdi eg synd, táið eg setti meg sjálvan lágt, fyri at tit kundu koma at sita høgt – táið eg fyri einki kunngjørdi tykkum evangelium Guds!
Seinna Korintbrævið 11:8 Seinna Korintbrævið
Eg tók frá øðrum samkomum og hevði løn frá teimum fyri at tæna tykkum, og táið eg kom í trongd, meðan eg var hjá tykkum, fall eg kortini ongum til byrði;
Seinna Korintbrævið 11:9 Seinna Korintbrævið
tí brøðurnir, sum komu úr Makedonia, hjálptu mær í tí, sum mær fattaðist, og í øllum havi eg hildið og skal eg halda meg frá at vera tykkum til byrði.
Seinna Korintbrævið 11:10 Seinna Korintbrævið
So satt sum sannleiki Kristusar er í mær, skal hetta rós ikki verða frá mær tikið á Akaialeiðum!
Seinna Korintbrævið 11:11 Seinna Korintbrævið
Hví? Tí eg elski tykkum ikki? – Tað veit Gud!
Seinna Korintbrævið 11:12 Seinna Korintbrævið
Og tað, sum eg geri, skal eg gera hereftir við, fyri at teir, ið liggja eftir at fáa høvi at rósa sær av, at teir eru okkum líkir, skulu ikki kunna tað.
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið
Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið
tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
Seinna Korintbrævið 11:16 Seinna Korintbrævið
Aftur sigi eg: Eingin má halda meg vera dára; men um so er – takið meðni ímóti mær sum dára, fyri at eisini eg kann rósa mær eitt sindur!
Seinna Korintbrævið 11:17 Seinna Korintbrævið
Tað, sum eg tali nú – at eg við slíkum áliti rósi mær – tali eg ikki eftir sinni Harrans, men sum í dárskapi.
Seinna Korintbrævið 11:18 Seinna Korintbrævið
Við tað at so mangir rósa sær eftir holdinum, fari eg at rósa mær við.
Seinna Korintbrævið 11:19 Seinna Korintbrævið
Tit hava jú so gott tol við dárarnar, tit, sum so klókir eru!
Seinna Korintbrævið 11:20 Seinna Korintbrævið
Tit taka tað jú við toli, um onkur ger tykkum til trælir, um onkur etur tykkum upp, um onkur fangar tykkum, um onkur ger seg stóran yvir tykkum, um onkur slær tykkum í andlitið!
Seinna Korintbrævið 11:21 Seinna Korintbrævið
Við skomm sigi eg tað, at slíkt hava vit „verið ov veikir“ til. Men tað, sum onkur ger seg stóran av – eg tali í dárskapi – geri eg meg stóran av við!
Seinna Korintbrævið 11:22 Seinna Korintbrævið
Eru teir Hebrearar? Eg við! Eru teir Ísraelsmenn? Eg við! Eru teir avkom Ábrahams? Eg við!
Seinna Korintbrævið 11:23 Seinna Korintbrævið
Eru teir tænarar Kristusar? – Eg tali í vitloysi: Eg eri tað meir! Eg havi arbeitt meir, eg havi fingið fleiri sløg, verið oftari í fangahúsi, mangan í deyðavanda.
Seinna Korintbrævið 11:24 Seinna Korintbrævið
Av Jødunum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt.
Seinna Korintbrævið 11:25 Seinna Korintbrævið
Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; tríggjar ferðir havi eg verið fyri skipbroti, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum.
Seinna Korintbrævið 11:26 Seinna Korintbrævið
Nógv havi eg ferðast; eg havi verið í vanda av áum, í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda í oyðimørk, í vanda á sjógvi, í vanda millum falskar brøður,