munnlig kynslig samvera
26 versir um "munnlig kynslig samvera"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 7:3 Fyrra Korintbrævið
Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum!
Fyrra Korintbrævið 7:4 Fyrra Korintbrævið
Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur ikki maðurin yvir sínum egna likami, men konan.
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Hásongurin 4:16 Hásongurin
„Vakna, norðanvindur, og kom, sunnanvindur! Blás gjøgnum urtagarð mín, so at angi hansara streymar út! – Hevði vinur mín viljað komið í urtagarð sín og notið dýra ávøkst hansara!“
Hásongurin 2:3 Hásongurin
„Sum apaldur millum trøini í skóginum er vinur mín millum unglingarnar; í skugga hansara trái eg at sita, ávøkstur hansara er gómum mínum søtur.
Triðja Mósebók 18:22 Triðja Mósebók
Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu – tað er andstygd!
Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók
Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
Orðtøkini 30:20 Orðtøkini
Hetta er atburður konu, ið ótrúgv er: Hon etur, turkar sær um munnin og sigur: „Eg havi einki ilt gjørt!“
Judasarbrævið 1:10 Judasarbrævið
Men hesi spotta tað, sum tey kenna ikki; og tað, sum tey av náttúruni vita um – eins og dýrini, ið einki vit hava – við tí oyða tey seg sjálv.
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Orðtøkini 30:18 Orðtøkini
Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg fati ikki:
Orðtøkini 30:19 Orðtøkini
Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.
Hásongurin 5:4 Hásongurin
Vinur mín rætti hondina inn um lúkuna; tá brúsaði hjarta mítt móti honum.
Hásongurin 7:2 Hásongurin
Fang títt er sum rund skál; hevði tí aldri fattast vín! Miðja tín er sum hveitidungi við liljum rundanum.
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið
og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Fyrra Korintbrævið 7:5 Fyrra Korintbrævið
Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum – eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn – og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!
Hebrearabrævið 13:1 Hebrearabrævið
Bróðurkærleikin vari við!
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið
Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.
Hebrearabrævið 13:3 Hebrearabrævið
Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Hebrearabrævið 13:6 Hebrearabrævið
so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“
Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið
Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.
Hebrearabrævið 13:9 Hebrearabrævið
Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum! Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, ikki við mati – sum ongan bata hevur verið teimum til, sum fingust við hann!
Hebrearabrævið 13:10 Hebrearabrævið
Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av.