munir
34 versir um "munir"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Galatiabrævið 3:26 Galatiabrævið
Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Jóhannes 13:35 Jóhannes
Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“
Rómverjabrævið 14:1 Rómverjabrævið
Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara!
Rómverjabrævið 14:2 Rómverjabrævið
Ein hevur trúgv at eta alt; men hin veiki etur bert urtir.
Rómverjabrævið 14:3 Rómverjabrævið
Tann, ið etur, má ikki vanvirða tann, ið ikki etur; og tann, ið ikki etur, má ikki døma tann, ið etur; tí Gud hevur tikið ímóti honum.
Rómverjabrævið 14:4 Rómverjabrævið
Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann – men hann skal verða standandi, tí Harrin er mentur at lata hann standa!
Rómverjabrævið 14:5 Rómverjabrævið
Ein setur ein dag hægri enn annan; ein annar setur allar dagar líka – ein og hvør havi fulla vissu í sínum egna sinni!
Rómverjabrævið 14:6 Rómverjabrævið
Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harranum. Tann, ið etur, ger tað fyri Harranum – hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi.
Rómverjabrævið 14:7 Rómverjabrævið
Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum.
Rómverjabrævið 14:8 Rómverjabrævið
Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.
Rómverjabrævið 14:9 Rómverjabrævið
Tí doyði jú Kristus og varð livandi aftur, at Hann skuldi vera Harri yvir bæði livandi og deyðum.
Rómverjabrævið 14:10 Rómverjabrævið
Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds.
Rómverjabrævið 14:11 Rómverjabrævið
Skrivað er: „So satt sum Eg livi – sigur Harrin – fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!“
Rómverjabrævið 14:12 Rómverjabrævið
So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.
Rómverjabrævið 14:13 Rómverjabrævið
Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Nei, fellið heldur tann dóm, at eingin má leggja ástoyt ella fellu fyri bróður sín!
Rómverjabrævið 14:14 Rómverjabrævið
Eg veit og eri í Harranum Jesusi vísur í, at einki er í sær sjálvum óreint; bert honum, ið roknar nakað fyri óreint – honum er tað óreint.
Rómverjabrævið 14:15 Rómverjabrævið
Verður nú volt bróður tínum sorg við mati tínum, so er atferð tín ikki longur í kærleika. Leið ikki við mati tínum tann í undirgang, sum Kristus er deyður fyri!
Rómverjabrævið 14:16 Rómverjabrævið
Latið tá ikki hitt góða tykkara verða til spott!
Rómverjabrævið 14:17 Rómverjabrævið
Tí ríki Guds er ikki at eta og drekka; nei, tað er rættvísi, friður og gleði í Heilaga Andanum.
Rómverjabrævið 14:18 Rómverjabrævið
Tann, sum í tí tænir Kristusi, toknast Gudi og er menniskjum dámligur.
Rómverjabrævið 14:19 Rómverjabrævið
Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars!
Rómverjabrævið 14:20 Rómverjabrævið
Brótið ikki niður verk Guds fyri mats skuld! Víst er alt reint; men tað er tí menniskja ónt, sum við at eta fær ástoyt.
Rómverjabrævið 14:21 Rómverjabrævið
Beint er, ikki at eta kjøt, drekka vín ella gera nakað, sum er bróður tínum ástoyt.
Rómverjabrævið 14:22 Rómverjabrævið
Tú hevur trúgv! Hav hana hjá tær sjálvum, fyri Gudi! Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, hann velur!
Rómverjabrævið 14:23 Rómverjabrævið
Men tann, ið ivast – etur hann, er hann dómfeldur, tí hann gjørdi tað ikki av trúgv. Alt, ið ikki er av trúgv, er synd.
Fyrra Pætursbrævið 3:8 Fyrra Pætursbrævið
Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!
Lukas 21:1 Lukas
Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
Lukas 21:2 Lukas
Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
Lukas 21:3 Lukas
Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
Lukas 21:4 Lukas
Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið
Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!
Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið
Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.