mær er givin øll vald í himli og á jørð
54 versir um "mær er givin øll vald í himli og á jørð"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Pætursbrævið 1:18 Seinna Pætursbrævið
Hesa rødd hoyrdu vit ljóða av Himli, táið vit vóru við Honum á hinum heilaga fjalli.
Seinna Pætursbrævið 1:19 Seinna Pætursbrævið
So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara.
Seinna Pætursbrævið 1:20 Seinna Pætursbrævið
Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið
Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.