móta
77 versir um "móta"
Versir
Síða 2 av 2Triðja Mósebók 26:44 Triðja Mósebók
Men heldur ikki tá – táið tey eru í landi fígginda sína – skal Eg koyra tey frá Mær ella vraka tey, so Eg skuldi gjørt tey til einkis ella brotið sáttmála Mín við tey; tí Eg eri HARRIN Gud teirra!
Triðja Mósebók 26:45 Triðja Mósebók
Nei, Eg skal – teimum til besta – minnast sáttmálan við fedrarnar, sum Eg leiddi út av Egyptalandi, beint fyri eygum heidninganna, til at vera Gud teirra. – Eg eri HARRIN!““
Triðja Mósebók 26:46 Triðja Mósebók
Hetta eru fyriskipanirnar, boðini og lógirnar, ið HARRIN ásetti millum Seg og Ísraelsmenn á Sinaifjalli við Mósesi.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið
og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
Fyrsta Mósebók 3:21 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum.
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók
Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Orðtøkini 11:22 Orðtøkini
Sum gullringur í svínstrýni er vøkur kvinna, sum einki vit hevur.
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Matteus 6:19 Matteus
Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
Matteus 6:20 Matteus
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Lukas 16:19 Lukas
Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.
Lukas 16:20 Lukas
Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.
Lukas 16:21 Lukas
Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.
Lukas 16:22 Lukas
Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.
Lukas 16:23 Lukas
Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.
Lukas 16:24 Lukas
Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“
Lukas 16:25 Lukas
Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
Lukas 16:26 Lukas
Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“
Lukas 16:27 Lukas
Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
Lukas 16:28 Lukas
tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“
Lukas 16:29 Lukas
Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“
Lukas 16:30 Lukas
Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“
Lukas 16:31 Lukas
Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““