Móses byggir tabernaklið

78 versir um "Móses byggir tabernaklið"

Versir

Síða 2 av 2
Onnur Mósebók 35:10 Onnur Mósebók

Allir menn ímillum tykkara, sum hava gott hegni til listarverk, skulu koma at gera alt tað, ið HARRIN hevur givið boð um:

2
Onnur Mósebók 35:11 Onnur Mósebók

Tabernaklið við tekjuni og takinum, krókunum, plonkunum, tvørstongunum, stólpunum og støbbunum,

2
Onnur Mósebók 35:12 Onnur Mósebók

ørkina við stongunum, náðistólin og forhangið, ið framman fyri hana skal vera,

2
Onnur Mósebók 35:13 Onnur Mósebók

borðið við stongunum og øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðini,

2
Onnur Mósebók 35:14 Onnur Mósebók

ljósastakan við tí, ið til hoyrir, og lampurnar og oljuna til ljósastakan,

2
Onnur Mósebók 35:15 Onnur Mósebók

roykilsisaltarið við stongunum, salvuoljuna og roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins,

2
Onnur Mósebók 35:16 Onnur Mósebók

brennioffuraltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrir, vatnílatið við fóti tess,

2
Onnur Mósebók 35:17 Onnur Mósebók

umhang forgarðsins við stólpunum og støbbunum, forhangið fyri portur forgarðsins,

2
Onnur Mósebók 35:18 Onnur Mósebók

hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, og togini til teirra,

2
Onnur Mósebók 35:19 Onnur Mósebók

embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heilagu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara.“

2
Onnur Mósebók 35:20 Onnur Mósebók

So fór øll samkoma Ísraelsmanna avstað aftur frá Mósesi;

2
Onnur Mósebók 35:21 Onnur Mósebók

og síðani komu tey, ein og hvør, sum hjartað stýrdi og andin dreiv til tað, tey komu við gávum til HARRAN at gera samkomutjaldið av, til alla tænastuna har og til hini heilagu klæðini.

2
Onnur Mósebók 35:22 Onnur Mósebók

Tey komu, bæði menn og kvinnur – ein og hvør, sum hevði hjartalag til tað – við spennum, oyrnaringum, fingraringum og hálspynti, alskyns stási av gulli; hvør og ein, ið vildi ofra HARRANUM gávu av gulli, kom við tí.

2
Onnur Mósebók 35:23 Onnur Mósebók

Og ein og hvør, ið átti blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum, reyðlitað veðraskinn ella skinn av sjókúgv, kom við tí.

2
Onnur Mósebók 35:24 Onnur Mósebók

Ein og hvør, ið vildi lata gávu av silvuri ella kopari, kom við gávu síni til HARRAN. Ein og hvør, ið átti akasiuvið til nakað av tí, ið gerast skuldi, kom við honum.

2
Onnur Mósebók 35:25 Onnur Mósebók

Allar kvinnur, ið høvdu gott hegni til listarverk, spunnu við hondum sínum og komu við tí, ið tær høvdu spunnið, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni.

2
Onnur Mósebók 35:26 Onnur Mósebók

Og allar kvinnur, ið høvdu hug til tað og dugdu til tað, spunnu geitaullina.

2
Onnur Mósebók 35:27 Onnur Mósebók

Høvdingarnir komu við sjóamsteinum og øðrum dýrum steinum at seta á lívkyrtilin og bringudúkin

2
Onnur Mósebók 35:28 Onnur Mósebók

og við kryddurtum og olju til ljósastakan og til salvuoljuna og hitt angandi roykilsið.

2
Onnur Mósebók 35:29 Onnur Mósebók

Hvør og ein av Ísraelsmonnum, maður ella kvinna, sum hjartað stýrdi til at geva nakað til hitt stóra verk, ið HARRIN við Mósesi hevði givið boð um at gera, tey komu við tí sum sjálvkravdari gávu til HARRAN.

2
Onnur Mósebók 35:30 Onnur Mósebók

Nú segði Móses við Ísraelsmenn: „Síggja tit, HARRIN hevur kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,

2
Onnur Mósebók 35:31 Onnur Mósebók

og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði,

2
Onnur Mósebók 35:32 Onnur Mósebók

at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,

2
Onnur Mósebók 35:33 Onnur Mósebók

at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk.

2
Onnur Mósebók 35:34 Onnur Mósebók

Eisini hevur Hann givið bæði honum og Oholiab, syni Ahisamak, av ætt Dans, gávur at læra frá sær.

2
Onnur Mósebók 35:35 Onnur Mósebók

Hann hevur fylt hjarta teirra við vísdómi at gera alskyns arbeiði við útskering og listveving, at veva toy í ymiskum litum av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni, somuleiðis til vanliga veving – skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði og upphugsa listarverk.“

2
Hebrearabrævið 8:5 Hebrearabrævið

teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. „Síggj til,“ segði Hann, „at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!“

2
Hebrearabrævið 9:11 Hebrearabrævið

Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi –

2