Móses byggir tabernaklið

78 versir um "Móses byggir tabernaklið"

Versir

Síða 1 av 2
Onnur Mósebók 25:1 Onnur Mósebók

HARRIN talaði við Móses og segði:

3
Onnur Mósebók 25:2 Onnur Mósebók

„Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! Hvør skal lata, sum hann hevur hjartalag til, og tí, ið teir geva Mær, skulu tit taka við.

3
Onnur Mósebók 25:3 Onnur Mósebók

Gávan, ið tit skulu taka við frá teimum, er hetta: Gull, silvur, kopar,

3
Onnur Mósebók 25:4 Onnur Mósebók

blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum,

3
Onnur Mósebók 25:5 Onnur Mósebók

reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið,

3
Onnur Mósebók 25:6 Onnur Mósebók

olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsi,

3
Onnur Mósebók 25:7 Onnur Mósebók

sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin.

3
Onnur Mósebók 25:8 Onnur Mósebók

Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra.

3
Onnur Mósebók 25:9 Onnur Mósebók

Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.

3
Onnur Mósebók 25:10 Onnur Mósebók

Teir skulu gera ørk av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.

3
Onnur Mósebók 25:11 Onnur Mósebók

Hana skalt tú klæða við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú klæða hana við gulli, og gullrond skalt tú gera á hana rundanum.

3
Onnur Mósebók 25:12 Onnur Mósebók

Tú skalt stoypa fýra gullringar og seta teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin.

3
Onnur Mósebók 25:13 Onnur Mósebók

So skalt tú gera stengur av akasiuviði og klæða tær við gulli

3
Onnur Mósebók 25:14 Onnur Mósebók

og stinga tær gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skulu vera at bera ørkina við.

3
Onnur Mósebók 25:15 Onnur Mósebók

Stengurnar skulu verða sitandi í ringum arkarinnar; tær mugu aldri verða tiknar úr teimum.

3
Onnur Mósebók 25:16 Onnur Mósebók

Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin,* sum Eg skal geva tær.

3
Onnur Mósebók 25:17 Onnur Mósebók

So skalt tú gera náðistól* av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan.

3
Onnur Mósebók 25:18 Onnur Mósebók

Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins.

3
Onnur Mósebók 25:19 Onnur Mósebók

Tú skalt seta annan kerúbin við annan endan og hin kerúbin við hin endan; áfastar við náðistólin skalt tú gera kerúbarnar, hvønn á sín endan.

3
Onnur Mósebók 25:20 Onnur Mósebók

Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda.

3
Onnur Mósebók 25:21 Onnur Mósebók

So skalt tú leggja náðistólin út yvir ørkina, og í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær.

3
Onnur Mósebók 25:22 Onnur Mósebók

Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.

3
Onnur Mósebók 25:23 Onnur Mósebók

Framvegis skalt tú gera borð av akasiuviði, tvær alin langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt.

3
Onnur Mósebók 25:24 Onnur Mósebók

Tað skalt tú klæða við reinum gulli og gera gullrond á tað rundanum.

3
Onnur Mósebók 25:25 Onnur Mósebók

Og tú skalt gera lista runt um tað, eina hond breiðan, og rundanum á listan skalt tú gera rond av gulli.

3
Onnur Mósebók 25:26 Onnur Mósebók

So skalt tú gera fýra gullringar, og teir skalt tú seta í tey fýra hornini við tey fýra bein borðsins.

3
Onnur Mósebók 25:27 Onnur Mósebók

Tætt við listan skulu ringarnir sita; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so borðið kann berast.

3
Onnur Mósebók 25:28 Onnur Mósebók

Stengurnar skalt tú gera av akasiuviði og klæða tær við gulli; við teimum skal borðið berast.

3
Onnur Mósebók 25:29 Onnur Mósebók

So skalt tú gera føtini og skálirnar, ið til borðið hoyra, og kannurnar og bikarini, sum drykkjuofrini skulu verða skonkt úr; alt hetta skalt tú gera úr reinum gulli.

3
Onnur Mósebók 25:30 Onnur Mósebók

Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi fyri ásjón Míni.

3
Onnur Mósebók 25:31 Onnur Mósebók

Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum skulu vera blómur, knappar og útsprungin bløð, sum eru í einum við hann.

3
Onnur Mósebók 25:32 Onnur Mósebók

Seks armar skulu ganga út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari.

3
Onnur Mósebók 25:33 Onnur Mósebók

Á fyrsta armi skulu vera trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis skal vera á øllum seks ørmunum, ið ganga út úr ljósastakanum.

3
Onnur Mósebók 25:34 Onnur Mósebók

Men á ljósastakanum sjálvum skulu vera fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum.

3
Onnur Mósebók 25:35 Onnur Mósebók

Ein blómuknappur skal setast undir fyrsta armaparið, ið gongur út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið – ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið ganga út úr ljósastakanum.

3
Onnur Mósebók 25:36 Onnur Mósebók

Bæði blómuknapparnir og armarnir skulu vera í einum við hann; alt samalt skal vera í einum, úr slignum, reinum gulli.

3
Onnur Mósebók 25:37 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú gera sjey lampur til ljósastakan, og tær skulu setast so upp, at tær kasta ljósið yvir rúmið har frammanfyri.

3
Onnur Mósebók 25:38 Onnur Mósebók

Ljósasaksarnir og skarpannurnar, ið til hoyra, skulu vera av reinum gulli.

3
Onnur Mósebók 25:39 Onnur Mósebók

Eina talent* av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.

3
Onnur Mósebók 25:40 Onnur Mósebók

Síggj nú til, at tú gert alt eftir myndini, ið víst tær varð á fjallinum!“

3
Ápostlasøgan 7:44 Ápostlasøgan

Fedrar okkara høvdu í oyðimørkini vitnisburðartjaldið, soleiðis sum Hann, ið talaði við Móses, gav honum boð um at gera tað eftir fyrimyndini, ið hann hevði sæð.

3
Onnur Mósebók 35:1 Onnur Mósebók

Móses kallaði nú saman alla samkomu Ísraelsmanna og segði við tey: „Hetta er tað, ið HARRIN hevur álagt tykkum at gera:

2
Onnur Mósebók 35:2 Onnur Mósebók

Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera tykkum heilagur hvíludagur, háheilagur sabbatur fyri HARRANUM; hvør tann, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 35:3 Onnur Mósebók

Sabbatsdagin má eingin av tykkum kyka í húsi sínum.“

2
Onnur Mósebók 35:4 Onnur Mósebók

Síðani segði Móses við alla samkomu Ísraelsmanna: „Hetta er tað, ið HARRIN hevur boðið:

2
Onnur Mósebók 35:5 Onnur Mósebók

Av tí, ið tit eiga, skulu tit taka HARRANUM gávu. Ein og hvør, ið hevur hjartalag til tað, skal koma við gávuni til HARRAN: Gull, silvur, kopar,

2
Onnur Mósebók 35:6 Onnur Mósebók

blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum,

2
Onnur Mósebók 35:7 Onnur Mósebók

reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið,

2
Onnur Mósebók 35:8 Onnur Mósebók

olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsið,

2
Onnur Mósebók 35:9 Onnur Mósebók

sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin.

2