morgunbøn
23 versir um "morgunbøn"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 5:3 Sálmarnir
lýð á neyðarróp mítt, kongur mín og Gud mín, tí til Tín biði eg!
Sálmarnir 90:14 Sálmarnir
Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara!
Markus 1:35 Markus
Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.
Job 38:12 Job
Hevur tú nakrantíð kallað morgunin fram! Hevur tú víst morgunroðanum stað hansara,
Sálmarnir 19:14 Sálmarnir
Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum.
Sálmarnir 57:8 Sálmarnir
Hjarta mítt er støðugt, Gud, hjarta mítt er støðugt, eg skal syngja og lovprísa!
Sálmarnir 59:16 Sálmarnir
Teir reika um eftir onkrum at eta; verða teir ikki mettir, verða teir verandi alla náttina.
Sálmarnir 63:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann var í Judaoyðimørk.
Sálmarnir 63:2 Sálmarnir
Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn!
Sálmarnir 63:3 Sálmarnir
Soleiðis havi eg hugt eftir Tær í halgidóminum fyri at síggja veldi Títt og dýrd Tína.
Sálmarnir 63:4 Sálmarnir
Tí náði Tín er betri enn lívið; varrar mínar prísa Tær.
Sálmarnir 63:5 Sálmarnir
Soleiðis skal eg lova Tær, so leingi sum eg livi, í navni Tínum skal eg lyfta upp hendur mínar.
Sálmarnir 63:6 Sálmarnir
Sum av mergi og fiti skal sál mín verða mett, og við lovsyngjandi vørrum skal muður mín prísa Tær.
Sálmarnir 63:7 Sálmarnir
Táið eg minnist Teg á legu míni, hugsi eg um Teg á náttarvøkunum.
Sálmarnir 63:8 Sálmarnir
Tí Tú hevur verið hjálp mín, og í veingjaskugga Tínum rópi eg av gleði.
Sálmarnir 63:9 Sálmarnir
Sál mín heldur sær fast við Teg, høgra hond Tín heldur mær uppi.
Sálmarnir 63:10 Sálmarnir
Og teir, ið liggja mær eftir lívinum og ætla at gera enda á tí, skulu koma í niðasta dýpi jarðarinnar.
Sálmarnir 63:11 Sálmarnir
Teir skulu verða seldir svørðsegg, verða sjakalum rán.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Orðtøkini 8:17 Orðtøkini
Eg elski tey, sum elska meg, og tey, sum leita eftir mær, skulu finna meg.