morð
23 versir um "morð"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 27:25 Fimta Mósebók
„Bannaður veri tann, ið letur seg keypa til at drepa ein sakleysan og úthella blóð hansara!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
Dómararnir 3:20 Dómararnir
Ehud kom tá inn til hansara, og hann sat einsamallur í hinum svala taksali sínum. Ehud segði: „Eg havi orð frá Gudi til tín!“ Tá reisti hann seg úr sessinum.
Dómararnir 3:21 Dómararnir
Men Ehud rætti út vinstru hond, dró svørðið undan høgru lið og rendi tað í búk hansara,
Dómararnir 3:22 Dómararnir
so at ikki bert blaðið fór inn, men handfangið við; og blaðið fjaldist av ístrinum, tí hann dró ikki svørðið út úr aftur búki hansara; tað kom út fyri aftan.
Dómararnir 3:23 Dómararnir
Ehud fór so út í súlugongina, og hann læt aftur dyr taksalsins eftir sær og læsti tær.
Dómararnir 3:24 Dómararnir
Táið hann var farin avstað, komu tænararnir; men táið teir sóu, at dyr taksalsins vóru læstar, søgdu teir: „Hann man hava síni egnu ørindi at gera inni í tí svala kamarinum!“
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Triðja Mósebók 24:17 Triðja Mósebók
Drepur onkur menniskja, skal hann lata lív.
Dómararnir 3:15 Dómararnir
Men táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN, læt HARRIN hjálparmann stíga fram millum teirra, Ehud Benjaminit, son Gera, sum var lámur. Táið Ísraelsmenn einaferð sendu Ehud við skatti til Eglon, kongin í Móab,
Dómararnir 3:16 Dómararnir
gjørdi hann sær tvíeggjað svørð, gomed* langt, og bant sær tað við høgru lið undir klæðunum.
Dómararnir 3:17 Dómararnir
Síðani fekk hann Eglon, konginum í Móab, skattin. Eglon var ovurhonds feitur maður.
Dómararnir 3:18 Dómararnir
Táið hann nú hevði borið fram skattin, fylgdi hann teimum, ið borið hann høvdu, á leið;
Dómararnir 3:19 Dómararnir
men sjálvur vendi hann aftur við Pesilim* við Gilgal og læt siga: „Kongurin, eg havi loyndarboð at bera tær!“ Tá bað hann hann tiga, inntil øll, ið rundan um hann stóðu, vóru út farin.
Dómararnir 3:25 Dómararnir
Teir bíðaðu nú ógvuliga leingi, men hann læt ikki upp dyr taksalsins; tá fóru teir eftir lyklinum og lótu upp – og fingu tá at síggja, at harri teirra lá deyður á gólvinum.
Dómararnir 3:26 Dómararnir
Men Ehud slapp burtur, meðan teir drálaðu; hann var longu komin um Pesilim og náddi til Se’ira.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.
Onnur Mósebók 21:12 Onnur Mósebók
Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív.
Fimta Mósebók 5:17 Fimta Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Matteus 5:21 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“