Mjúka hjarta

16 versir um "Mjúka hjarta"

Versir

Síða 1 av 1
Ezekiel 36:26 Ezekiel

Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.

16
Ezekiel 11:19 Ezekiel

Eg skal geva teimum øllum eitt og sama hjarta, og nýggjan Anda skal Eg leggja teimum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami teirra og geva teimum kjøthjarta,

8
Jeremias 24:7 Jeremias

Eg skal geva teimum hjarta til at kenna, at Eg eri HARRIN; tey skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra; tí tey skulu venda sær til Mín av øllum hjarta sínum.

5
Jeremias 17:9 Jeremias

Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!

3
Jóhannes 12:39 Jóhannes

Tí kundu tey ikki trúgva; tí Esaias hevur uppaftur sagt:

3
Jóhannes 12:40 Jóhannes

„Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“

3
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið

Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

3
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.

2
Onnur Mósebók 7:3 Onnur Mósebók

Men Eg skal herða hjarta Faraos, og Eg skal gera mong tekin og undur í Egyptalandi.

2
Fyrra Sámuelsbók 6:6 Fyrra Sámuelsbók

Hví vilja tit herða hjarta tykkara, sum Egyptar og Farao herdu hjarta sítt! Noyddust teir ikki at sleppa teimum og lata tey fara, táið Hann hevði latið teir fáa mátt Sín at kenna!

2
Sálmarnir 51:10 Sálmarnir

Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði, lat beinini, ið Tú hevur sorað sundur, fegnast!

2
Matteus 15:19 Matteus

Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan.

2
Lukas 15:7 Lukas

Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.

2
Ápostlasøgan 16:31 Ápostlasøgan

Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!“

2
Rómverjabrævið 9:18 Rómverjabrævið

So miskunnar Hann tá honum, sum Hann vil, og herðir hann, ið Hann vil.

2
Filippibrævið 2:13 Filippibrævið

Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.

2