mjólkarvørur
18 versir um "mjólkarvørur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 23:19 Onnur Mósebók
Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera í hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.
Fimta Mósebók 32:14 Fimta Mósebók
Hann fostraði hann við róma undan kúm og mjólk undan óm, við tí feita av lombum og veðrum, av tarvum úr Basan og bukkum, við feitasta mergi hveitinnar; og av vínberjablóði drakst tú vín.
Orðtøkini 27:27 Orðtøkini
og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.
Esaias 7:22 Esaias
og so nógv skulu tær mjólka, at hann skal liva av róma; tí av róma og hunangi skulu øll tey liva, sum eftir eru í landinum.
Onnur Mósebók 34:26 Onnur Mósebók
Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera til hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.“
Fimta Mósebók 14:21 Fimta Mósebók
Tit mugu einki sjálvdeytt dýr eta. Hinum fremmanda, ið hjá tær býr, honum kanst tú geva tað, hann kann eta tað – ella tú kanst selja útlendingi tað. Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.
Fyrra Sámuelsbók 17:18 Fyrra Sámuelsbók
Og hesar tíggju ostarnar skalt tú hava við til yvirhøvuðsmannin. Vita so, um brøðrum tínum veit væl við, og hav pant við aftur frá teimum!
Fyrsta Mósebók 18:8 Fyrsta Mósebók
So tók hann róma og søta mjólk og kálvin, ið hann hevði latið gera til, og setti tað fyri teir; og hann stóð hjá teimum undir trænum, meðan teir ótu.
Onnur Mósebók 3:8 Onnur Mósebók
Og nú eri Eg komin niður at fría tey úr hondum Egypta og leiða tey burtur úr hesum landi til eitt gott og rúmt land, sum flýtur í mjólk og hunangi, land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita.
Esaias 55:1 Esaias
Nú, øll tit, ið tysta – komið til vøtnini! Og tit, sum ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk!
Jóel 3:18 Jóel
Fram við akurknívinum – kornið er staðið! Komið og troðið – persan er full, tað rennur út av íløtunum, so stórur er óndskapurin har!
Onnur Mósebók 33:3 Onnur Mósebók
– Far til landið, ið flýtur í mjólk og hunangi! Men sjálvur komi Eg ikki hagar við tær; tí tú ert harðvunnið fólk; kom Eg við, so kundi Eg gjørt enda á tær á vegnum!“
Seinna Sámuelsbók 17:29 Seinna Sámuelsbók
hunang, róma, smáfæ og ostar av neytamjólk høvdu teir Dávidi og fólki hansara til føði, tí teir hugsaðu: „Fólkið er vorðið svangt, pøst og tyst í oyðimørkini.“
Job 10:10 Job
Hevur Tú ikki helt meg út sum mjólk og latið meg leypa sum ost!
Hásongurin 4:11 Hásongurin
Hunangur drýpur av vørrum tínum, brúður mín! Hunangur og mjólk eru undir tungu tíni, og angin av klæðum tínum er sum angin av Libanon.
Hásongurin 5:1 Hásongurin
„Ja, eg komi í urtagarð mín, systir mín, brúður mín! Eg henti myrra og balsam mítt, eg eti hunangskøku mína og hunang mín, eg drekki vín mítt og mjólk mína.“ Vinir mínir, etið og drekkið, verðið druknir av kærleika!
Esaias 7:15 Esaias
Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða.
Fyrra Korintbrævið 9:7 Fyrra Korintbrævið
Hvør tænir nakrantíð sum hermaður fyri egna løn! Hvør plantar víngarð og etur ikki av ávøksti hansara! Ella hvør røktar fylgi og drekkur ikki av mjólk fylgisins!