mjólk
15 versir um "mjólk"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 2:2 Fyrra Pætursbrævið
Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu
Fyrra Korintbrævið 3:2 Fyrra Korintbrævið
Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur,
Hebrearabrævið 5:12 Hebrearabrævið
Tí hóast tit – eftir tíðini – áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat.
Hebrearabrævið 5:13 Hebrearabrævið
Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar – hann er jú barn.
Fyrsta Mósebók 18:8 Fyrsta Mósebók
So tók hann róma og søta mjólk og kálvin, ið hann hevði latið gera til, og setti tað fyri teir; og hann stóð hjá teimum undir trænum, meðan teir ótu.
Onnur Mósebók 13:5 Onnur Mósebók
Táið HARRIN nú leiðir teg inn í land Kána’anita, Hetita, Amorita, Hevita og Jebusita, landið, ið Hann svór fedrum tínum at geva tær, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, tá skalt tú halda hesa fyriskipan í hesum mánaði.
Fjórða Mósebók 13:27 Fjórða Mósebók
„Vit komu til landið, ið tú sendi okkum til“ – søgdu teir við Móses – „og tað er vist, at tað er land, ið flýtur í mjólk og hunangi – her er ávøkstur tess!
Dómararnir 4:19 Dómararnir
Hann segði við hana: „Gev mær ein vatnsopa at drekka, eg eri so tystur!“ Hon loysti tá av mjólkarsekkinum og gav honum at drekka og breiddi so upp á hann aftur.
Orðtøkini 27:27 Orðtøkini
og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.
Orðtøkini 30:33 Orðtøkini
Tí sum smør verður kirnað úr mjólk, og sum blóð verður trýst úr nøsini, so elvist stríð av at øsa upp vreiðina.
Jeremias 11:5 Jeremias
og halda eiðin, ið Eg svór fedrum tykkara, at Eg skuldi geva teimum land, ið flýtur í mjólk og hunangi – eins og í dag sæst!“ Eg svaraði: „Amen, HARRI!“
Jóel 3:18 Jóel
Fram við akurknívinum – kornið er staðið! Komið og troðið – persan er full, tað rennur út av íløtunum, so stórur er óndskapurin har!
Fyrra Korintbrævið 9:7 Fyrra Korintbrævið
Hvør tænir nakrantíð sum hermaður fyri egna løn! Hvør plantar víngarð og etur ikki av ávøksti hansara! Ella hvør røktar fylgi og drekkur ikki av mjólk fylgisins!
Hebrearabrævið 5:11 Hebrearabrævið
Um hetta hava vit nógv at siga, og tað er torført at útleggja, av tí at tit eru vorðin trek at hoyra.
Hebrearabrævið 5:14 Hebrearabrævið
Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt.