misnýtandi sambond
117 versir um "misnýtandi sambond"
Versir
Síða 3 av 3Fyrra Korintbrævið 7:26 Fyrra Korintbrævið
Eg haldi tá, við teirri neyð fyri eyga, sum nú er, at tað menniskja ger væl, ið verður verandi, sum tað er.
Fyrra Korintbrævið 7:27 Fyrra Korintbrævið
Ert tú bundin til konu, so royn ikki at verða loystur! Ert tú ikki bundin til konu, so søk ikki konu!
Fyrra Korintbrævið 7:28 Fyrra Korintbrævið
Men um so er, at tú giftist, syndar tú ikki, og um hin ógifta kvinnan giftist, syndar hon ikki; tó koma slík at fáa trongd í holdinum – men eg vildi spart tykkum.
Fyrra Korintbrævið 7:29 Fyrra Korintbrævið
Men tað sigi eg, brøður, at tíðin er stutt; tí mugu hereftir bæði teir, ið konur hava, vera, sum teir onga høvdu,
Fyrra Korintbrævið 7:30 Fyrra Korintbrævið
tey, ið gráta, sum tey høvdu ikki grátið, tey, ið gleðast, sum tey høvdu ikki glett seg, tey, ið keypa, sum tey høvdu einki átt,
Fyrra Korintbrævið 7:31 Fyrra Korintbrævið
og tey, ið nýta heimin, sum tey høvdu ikki nýtt hann; tí hesin heimur – soleiðis sum hann nú sær út – forgongur;
Fyrra Korintbrævið 7:32 Fyrra Korintbrævið
og eg vildi, at tit kundu sloppið frá at stúrt. Hin ógifti hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hann kann toknast Harranum;
Fyrra Korintbrævið 7:33 Fyrra Korintbrævið
men hin gifti hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hann kann toknast konuni.
Fyrra Korintbrævið 7:34 Fyrra Korintbrævið
Eisini er munur á konu og ógiftari kvinnu. Hin ógifta hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hon kann vera heilag, bæði í likami og anda; men hin gifta hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hon kann toknast manninum.
Fyrra Korintbrævið 7:35 Fyrra Korintbrævið
Hetta sigi eg til tykkara egna gagn, ikki fyri at seta snerru fyri tykkum, men fyri at fremja tað, sum sømiligt er: At tit óhindrað halda fast við Harran.
Fyrra Korintbrævið 7:36 Fyrra Korintbrævið
Men heldur onkur, at hann ger ikki væl við moyggj sína,* um hon** er farin um ungdómsárini, so geri hann, sum hann vil, táið nú so má vera – hann syndar ikki – giftist tey!
Fyrra Korintbrævið 7:37 Fyrra Korintbrævið
Men tann, sum stendur fastur í hjarta sínum og er ikki undir noyðslu, men er mentur at gera, sum hann vil, og hevur sett sær fyri í hjarta sínum, at hann skal varðveita moyggj sína* – hann ger væl.
Fyrra Korintbrævið 7:38 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum gevur* í hjúnaband, ger tí væl, og tann, sum ikki gevur** í hjúnaband, ger betur.
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið
Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.
Fyrra Korintbrævið 7:40 Fyrra Korintbrævið
Men lukkuligari er hon, um hon verður verandi, sum hon er – eftir áskoðan míni, og eg haldi meg eisini hava Anda Guds!
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,