misnýtandi sambond
117 versir um "misnýtandi sambond"
Versir
Síða 1 av 3Orðtøkini 22:24 Orðtøkini
Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,
Orðtøkini 22:25 Orðtøkini
fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Orðtøkini 15:2 Orðtøkini
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
Orðtøkini 15:3 Orðtøkini
Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.
Orðtøkini 15:4 Orðtøkini
Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað.
Orðtøkini 15:5 Orðtøkini
Dárin vanvirðir tykt faðirs síns, men tann, ið aktar eftir revsing, er klókur.
Orðtøkini 15:6 Orðtøkini
Í húsi hins rættvísa er nógv góðs, men inntøka hins gudleysa verður honum til undirgang.
Orðtøkini 15:7 Orðtøkini
Varrar hinna vísu stroya út kunnskap, men hjarta dáranna er ikki rætt.
Orðtøkini 15:8 Orðtøkini
Offur gudleysra er HARRANUM andstygd, men bøn hinna sannhjartaðu líkar Honum.
Orðtøkini 15:9 Orðtøkini
Leið hins gudleysa er HARRANUM andstygd, men tann, sum stevnir eftir rættvísi, elskar Hann.
Orðtøkini 15:10 Orðtøkini
Hørð straff rámar tann, ið fer av hinum beina vegi; tann, sum hatar revsing, skal doyggja.
Orðtøkini 15:11 Orðtøkini
Deyðaríkið og avgrundin liggja HARRANUM opin – hvussu mikið meiri tá ikki hjørtu menniskjabarnanna!
Orðtøkini 15:12 Orðtøkini
Spottara dámar ikki at verða revsaður; til hini vísu fer hann ikki.
Orðtøkini 15:13 Orðtøkini
Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.
Orðtøkini 15:14 Orðtøkini
Hjarta hins vitiga leitar eftir kunnskapi, men í munni dáranna er einki uttan dárskapur.
Orðtøkini 15:15 Orðtøkini
Hin armi hevur aldri glaðan dag, men glatt hjarta hevur gestaboð samt og javnt.
Orðtøkini 15:16 Orðtøkini
Betri er lítið við ótta HARRANS enn stórir skattir við ófriði.
Orðtøkini 15:17 Orðtøkini
Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.
Orðtøkini 15:18 Orðtøkini
Illsintur maður vekur split, men hin tolni stillar kjak.
Orðtøkini 15:19 Orðtøkini
Vegur letingans er sum tornastik, men vegur hinna sannhjartaðu er slættaður.
Orðtøkini 15:20 Orðtøkini
Vísur sonur gleðir faðir sín, men menniskja, sum er dári, vanvirðir móður sína.
Orðtøkini 15:21 Orðtøkini
Tann, ið einki vit hevur, gleðist um dárskap, men vitigur maður gongur beint fram.
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Orðtøkini 15:23 Orðtøkini
Maður gleðist, táið muður hansara eigur svar at geva, og hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð!
Orðtøkini 15:24 Orðtøkini
Hin vitigi gongur veg lívsins uppeftir fyri at komast undan deyðaríkinum niðanfyri.
Orðtøkini 15:25 Orðtøkini
Hús hinna hugmóðigu rívur HARRIN niður, men markaskjal einkjunnar staðfestir Hann.
Orðtøkini 15:26 Orðtøkini
Ráð hins ónda eru HARRANUM andstygd, men mild orð eru Honum rein.
Orðtøkini 15:27 Orðtøkini
Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva.
Orðtøkini 15:28 Orðtøkini
Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar, men muður gudleysra letur streyma út ilt.
Orðtøkini 15:29 Orðtøkini
HARRIN er langt burtur frá hinum gudleysu, men bøn rættvísra hoyrir Hann.
Orðtøkini 15:30 Orðtøkini
Mild eygu gleða hjartað; góð tíðindi geva merg í beinini.
Orðtøkini 15:31 Orðtøkini
Oyrað, sum lurtar eftir revsing til lívið, vil fegin vera saman við vísum.
Orðtøkini 15:32 Orðtøkini
Tann, ið ikki vil vita av tykt, vanvirðir lív sítt, men tann, ið lurtar eftir revsing, vinnur sær vit.
Orðtøkini 15:33 Orðtøkini
Ótti HARRANS er tykt til vísdóm, og undan heiður gongur eyðmjúkleiki.
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið
Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Orðtøkini 21:9 Orðtøkini
Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið
Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,
Titusarbrævið 3:11 Titusarbrævið
við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Esaias 43:1 Esaias
Men nú – so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!
Esaias 43:2 Esaias
Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.
Esaias 43:3 Esaias
Tí Eg, HARRIN, eri Gud tín, hin Heilagi Ísraels er frelsari tín; Eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg, Etiopia og Seba í stað tín.
Esaias 43:4 Esaias
Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt.
Esaias 43:5 Esaias
Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg.
Esaias 43:6 Esaias
Eg skal siga við norðrið: „Kom higar við teimum!“ við suðrið: „Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar,
Esaias 43:7 Esaias
hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!“