miskunnsamur
15 versir um "miskunnsamur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 103:8 Sálmarnir
Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika.
Sálmarnir 145:8 Sálmarnir
Náðigur og miskunnsamur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í miskunn.
Sálmarnir 145:14 Sálmarnir
HARRIN styðjar øll tey, ið falla, Hann reisir upp øll niðurboygd.
Sálmarnir 145:15 Sálmarnir
Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð;
Sálmarnir 145:16 Sálmarnir
Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.
Sálmarnir 145:17 Sálmarnir
Rættvísur er HARRIN á øllum leiðum Sínum, náðigur í øllum verkum Sínum.
Sálmarnir 145:18 Sálmarnir
Nær er HARRIN øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum.
Sálmarnir 145:19 Sálmarnir
Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.
Sálmarnir 145:20 Sálmarnir
HARRIN varðar øll tey, sum elska Hann, men øllum gudleysum forkemur Hann.
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini
Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!
Jóhannes 3:15 Jóhannes
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.