miskunn Jesu
80 versir um "miskunn Jesu"
Versir
Síða 2 av 2Jóhannes 8:48 Jóhannes
Jødarnir svaraðu Honum: „Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!“
Jóhannes 8:49 Jóhannes
Jesus svaraði: „Eg eri ikki settur av illum anda, nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg.
Jóhannes 8:50 Jóhannes
Men Eg søki ikki æru Mína; tann er, sum søkir hana – og dømir.
Jóhannes 8:51 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan.“
Jóhannes 8:52 Jóhannes
Jødarnir søgdu við Hann: „Nú síggja vit, at Tú ert settur av illum anda! Ábraham doyði, og profetarnir doyðu – og Tú sigur: „Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki smakka deyðan!“
Jóhannes 8:53 Jóhannes
Ert Tú tá størri enn faðir okkara Ábraham, sum jú doyði! Og profetarnir doyðu – hvønn gert Tú Teg sjálvan til?“
Jóhannes 8:54 Jóhannes
Jesus svaraði: „Æri Eg Meg sjálvan, er æra Mín einki; tað er Faðir Mín, ið ærir Meg, Hann, sum tit siga, er Gud tykkara.
Jóhannes 8:55 Jóhannes
Og tit kenna Hann ikki, men Eg kenni Hann. Og sigi Eg, at Eg kenni Hann ikki, so verði Eg lygnari eins og tit. Men Eg kenni Hann og haldi orð Hansara.
Jóhannes 8:56 Jóhannes
Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja dag Mín, og hann sá hann og varð glaður.“
Jóhannes 8:57 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir við Hann: „Tú ert ikki 50 ár enn, og Tú hevur sæð Ábraham!“
Jóhannes 8:58 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“
Jóhannes 8:59 Jóhannes
Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum.
Matteus 9:13 Matteus
Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“
Lukas 6:36 Lukas
Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Hebrearabrævið 4:16 Hebrearabrævið
Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!
Hebrearabrævið 8:1 Hebrearabrævið
Samløga tess, ið her verður talað um, er nú hetta: Vit hava slíkan høvuðsprest, sum hevur sett Seg við høgru síðu hásætis hátignarinnar í Himlunum,
Hebrearabrævið 8:2 Hebrearabrævið
sum tænari í halgidóminum og hinum sanna tabernakli, sum Harrin og ikki menniskja hevur reist.
Hebrearabrævið 8:3 Hebrearabrævið
Ein og hvør høvuðsprestur verður jú settur inn til at bera fram gávur og sláturoffur; tí má hesin við hava nakað at bera fram.
Hebrearabrævið 8:4 Hebrearabrævið
Var Hann nú á jørðini, so var Hann als ikki prestur; tí her eru teir, ið eftir lógini bera fram gávurnar –
Hebrearabrævið 8:5 Hebrearabrævið
teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. „Síggj til,“ segði Hann, „at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!“
Hebrearabrævið 8:6 Hebrearabrævið
Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum.
Hebrearabrævið 8:7 Hebrearabrævið
Tí hevði hin fyrri verið ólastandi, so hevði ikki verðið leitað eftir staði fyri øðrum.
Hebrearabrævið 8:8 Hebrearabrævið
– Tað er jú lastandi orð, Hann talar til teirra, táið Hann sigur: „Dagar koma – sigur Harrin – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og hús Juda,
Hebrearabrævið 8:9 Hebrearabrævið
ikki sáttmála sum hann, Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi; tí teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum, og Eg legði einki í teir – sigur Harrin.
Hebrearabrævið 8:10 Hebrearabrævið
Nei, hetta er sáttmálin, Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagar – sigur Harrin: Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær í hjørtu teirra, og Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
Hebrearabrævið 8:11 Hebrearabrævið
Tey skulu ikki læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn Harran!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, frá hinum minsta millum teirra til hin størsta.
Hebrearabrævið 8:12 Hebrearabrævið
Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra.“
Hebrearabrævið 8:13 Hebrearabrævið
– Táið Hann sigur: „Nýggjan“ – hevur Hann dømt hin fyrra at vera gamlan; men tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva.
Jákupsbrævið 2:13 Jákupsbrævið
Tí dómurin er honum miskunnarleysur, sum hevur ikki víst miskunn; men miskunn stígur djørv upp móti dóminum.