misgerðir / djúpur óndskapur
47 versir um "misgerðir / djúpur óndskapur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 34:7 Onnur Mósebók
sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!“
Sálmarnir 51:5 Sálmarnir
Tí eg kenni misbrot míni, og synd mín er mær altíð fyri eyga.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Esaias 53:6 Esaias
Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Ezekiel 18:20 Ezekiel
Tann, ið syndar, skal doyggja; sonurin skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðirin skal ikki bera misgerð sonar síns; rættvísi hins rættvísa skal hvíla yvir honum, og gudloysi hins gudleysa skal hvíla yvir honum.
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
Job 11:13 Job
Fært tú hjarta títt í rætt skil og breiðir út hendurnar móti Honum,
Job 11:14 Job
er órættur langt frá hond tíni, og býr ikki misbrot í tjaldi tínum
Job 11:15 Job
– ja, so skalt tú lýtaleysur kunna lyfta høvdinum og standa fastur og ikki óttast;
Job 11:16 Job
tú skalt gloyma møði tína, bert minnast hana sum vatn, ið rann framvið;
Job 11:17 Job
ljósari enn middagurin verður tá lív títt, myrkrið verður tær sum hin ljósi morgun.
Job 11:18 Job
Tryggur skalt tú vera – tí tú eigur vón; tú hyggur rundan um teg og fert tryggur til hvíldar;
Job 11:19 Job
tú liggur, og eingin ræðir teg, og mong skulu royna at gera seg vælkend við teg.
Job 11:20 Job
– Men eygu hinna gudleysu tærast burtur, tey hava einki skjól meir, og einasta vón teirra er – at geva upp andan!“
Sálmarnir 25:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!
Sálmarnir 25:2 Sálmarnir
Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!
Sálmarnir 25:3 Sálmarnir
Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær – tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir
Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir
leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
Sálmarnir 25:6 Sálmarnir
HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!
Sálmarnir 25:7 Sálmarnir
Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!
Sálmarnir 25:8 Sálmarnir
Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.
Sálmarnir 25:9 Sálmarnir
Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.
Sálmarnir 25:10 Sálmarnir
Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.
Sálmarnir 25:11 Sálmarnir
Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt – tí tað er stórt!
Sálmarnir 25:12 Sálmarnir
Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.
Sálmarnir 25:13 Sálmarnir
Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.
Sálmarnir 25:14 Sálmarnir
Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.
Sálmarnir 25:15 Sálmarnir
Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.
Sálmarnir 25:16 Sálmarnir
Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!
Sálmarnir 25:17 Sálmarnir
Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra – leið meg út úr neyðini!
Sálmarnir 25:18 Sálmarnir
Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!
Sálmarnir 25:19 Sálmarnir
Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!
Sálmarnir 25:20 Sálmarnir
Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar – eg søki mær skjól hjá Tær!
Sálmarnir 25:21 Sálmarnir
Lat sakloysi og sannleika hjartans varða meg, tí eg bíði eftir Tær!
Sálmarnir 25:22 Sálmarnir
Gud, loys Ísrael úr allari neyðini!
Sálmarnir 32:5 Sálmarnir
Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: „Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM!“ – Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. – Sela.
Sálmarnir 89:32 Sálmarnir
bróta teir fyriskipanir Mínar, og halda teir ikki tað, ið Eg havi boðið,
Orðtøkini 5:22 Orðtøkini
Hin gudleysi kemur fastur í sínar egnu misgerðir, og hansara egnu syndasnerrur halda honum føstum.
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið
Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.