Miriam og Aron

17 versir um "Miriam og Aron"

Versir

Síða 1 av 1
Fjórða Mósebók 12:1 Fjórða Mósebók

Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu – tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu.

24
Fjórða Mósebók 12:2 Fjórða Mósebók

Tey søgdu: „Er tá Móses tann einasti, ið HARRIN hevur talað við! Hevur Hann ikki eisini talað við okkum!“ – Og HARRIN hoyrdi tað.

24
Fjórða Mósebók 12:3 Fjórða Mósebók

Men Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð.

24
Fjórða Mósebók 12:4 Fjórða Mósebók

Alt í einum segði HARRIN við Móses, Áron og Mirjam: „Farið út til samkomutjaldið øll trý!“ Tey fóru tá øll trý út hagar.

24
Fjórða Mósebók 12:5 Fjórða Mósebók

Tá kom HARRIN niður í skýstólpanum; Hann stóð í tjalddurunum og rópti Áron og Mirjam, og tey fóru bæði út hagar.

24
Fjórða Mósebók 12:6 Fjórða Mósebók

Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum.

24
Fjórða Mósebók 12:7 Fjórða Mósebók

Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum.

24
Fjórða Mósebók 12:8 Fjórða Mósebók

Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS. Hvussu bar tað tá til, at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?“

24
Fjórða Mósebók 12:9 Fjórða Mósebók

Og vreiði HARRANS tendraðist móti teimum, og Hann fór frá teimum.

24
Fjórða Mósebók 12:10 Fjórða Mósebók

Táið nú skýggið dró burtur av tjaldinum, var Mirjam spitølsk – hvít sum kavi; táið Áron vendi sær móti Mirjam, sá hann, at hon var spitølsk.

24
Fjórða Mósebók 12:11 Fjórða Mósebók

Tá segði Áron við Móses: „Hoyr meg, harri! Lat okkum ikki bøta fyri synd, ið vit hava gjørt í dárskapi!

24
Fjórða Mósebók 12:12 Fjórða Mósebók

Lat hana ikki vera sum andleystføtt barn, sum helvtin av kjøtinum er rotnað á, táið tað kemur úr móðurlívi!“

24
Fjórða Mósebók 12:13 Fjórða Mósebók

Móses rópti tá til HARRAN og segði: „Á Gud, ger hana fríska aftur!“

24
Fjórða Mósebók 12:14 Fjórða Mósebók

HARRIN svaraði Mósesi: „Hevði faðir hennara spýtt í andlit hennara, mundi hon tá ikki sitið við skomm síni í sjey dagar! – Tí skal hon í sjey dagar vera útistongd frá tilhaldinum; so kann hon verða innaftur tikin.“

24
Fjórða Mósebók 12:15 Fjórða Mósebók

Mirjam varð tá útistongd frá tilhaldinum í sjey dagar, og fólkið fór ikki longur, fyrrenn Mirjam var afturkomin.

24
Fjórða Mósebók 12:16 Fjórða Mósebók

Síðani fór fólkið avstað úr Hazerot, og tey reistu tjøldini í Paransoyðimørk.

24
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók

Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.

12