minnisdagur
27 versir um "minnisdagur"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Sálmarnir 82:3 Sálmarnir
„Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!
Sálmarnir 82:4 Sálmarnir
Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu!
Sálmarnir 116:15 Sálmarnir
Dýrt er tað í eygum HARRANS, táið hini heilagu Hansara doyggja.
Orðtøkini 10:7 Orðtøkini
Minnið um hin rættvísa verður signað, men navn gudleysra rotnar burtur.
Esaias 55:11 Esaias
so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
Fyrra Korintbrævið 15:22 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi
Seinna Timoteusarbrævið 2:3 Seinna Timoteusarbrævið
Líð ilt við mær sum góður hermaður Krists Jesusar!
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Onnur Mósebók 13:3 Onnur Mósebók
Móses segði nú við fólkið: „Minnist henda dagin, táið tit fóru út av Egyptalandi, úr trælahúsinum! Tí við sterkari hond leiddi HARRIN tykkum út haðani. Einki súrgað breyð má verða etið.
Josva 4:1 Josva
Táið nú alt fólkið var komið um Jordan, segði HARRIN við Josva:
Josva 4:2 Josva
„Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt,
Josva 4:3 Josva
og gevið teimum hetta boð: „Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!““
Josva 4:4 Josva
Josva sendi tá boð eftir teimum tólv monnunum, ið hann hevði valt millum Ísraelsmenn – einum manni av hvørji ætt –
Josva 4:5 Josva
og Josva segði við teir: „Farið fyri ørk HARRANS Guds tykkara mitt út í Jordan og takið hvør sín stein á økslina, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna!
Josva 4:6 Josva
Hesir steinar skulu vera tekin millum tykkara. Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja: „Hvat hava hesir steinar at týða?“
Josva 4:7 Josva
skulu tit svara teimum: „Vatnið í Jordan steðgaði fyri sáttmálaørk HARRANS; táið hon fór út í Jordan, steðgaði vatn Jordans, og hesir steinar skulu til ævigar tíðir vera Ísraelsmonnum minni um hetta.““
Josva 4:8 Josva
Ísraelsmenn gjørdu nú, sum Josva segði við teir; teir tóku tólv steinar upp úr Jordan, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna, og teir bóru teir yvirum við sær, hagar sum teir vórðu verandi ta náttina, og løgdu teir har.
Josva 4:9 Josva
Og úti í Jordan, har sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu stillir, har reisti Josva tólv steinar, og teir standa har enn í dag.
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Ezekiel 39:20 Ezekiel
Tit skulu verða mettað við borð Mítt við ríðihestum og vagnhestum, við køppum og alskyns hermonnum – sigur Harrin HARRIN.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 10:18 Jóhannes
Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.“
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Fyrra Korintbrævið 16:13 Fyrra Korintbrævið
Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!