minni
12 versir um "minni"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 10:7 Orðtøkini
Minnið um hin rættvísa verður signað, men navn gudleysra rotnar burtur.
Jóhannes 14:26 Jóhannes
men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
Sálmarnir 119:11 Sálmarnir
Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær.
Fyrra Korintbrævið 2:16 Fyrra Korintbrævið
Tí hvør hevur kent sinni Harrans, so hann skuldi kunnað lært Hann! Men vit hava sinni Kristusar.
Onnur Mósebók 4:12 Onnur Mósebók
Far tí nú, og Eg skal vera við munni tínum og læra teg, hvat tú skalt siga!“
Sálmarnir 49:3 Sálmarnir
bæði høg og lág, bæði rík og fátæk!
Sálmarnir 49:4 Sálmarnir
Muður mín skal tala vísdóm; tað, ið hjarta mítt upphugsar, er vit;
Esaias 46:9 Esaias
Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum – at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er sum Eg,
Esaias 50:4 Esaias
Harrin HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu, so Eg skal duga at styrkja hin móða við orði Mínum; hvønn morgun vekur Hann oyra Mítt, Hann vekur tað, so Eg skal hoyra, sum lærisveinar hoyra.
Fyrra Korintbrævið 1:5 Fyrra Korintbrævið
at tit í Honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og øllum kunnskapi;
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!