millummenn / miðlarar
7 versir um "millummenn / miðlarar"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 2:5 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus,
Rómverjabrævið 8:34 Rómverjabrævið
Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Hebrearabrævið 8:6 Hebrearabrævið
Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum.
Hebrearabrævið 9:15 Hebrearabrævið
So er Hann tá millummaður fyri nýggjan sáttmála, so hini kallaðu skulu fáa hin æviga arv, ið lovaður var, eftir at deyði hevur átt sær stað til endurloysing frá brotunum undir hinum fyrra sáttmálanum.
Hebrearabrævið 12:24 Hebrearabrævið
til Jesus, millummannin fyri nýggjan sáttmála, og til áslettingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels.