miðlarar (spiritistiskir)
16 versir um "miðlarar (spiritistiskir)"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók
Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fyrra Krønikubók 10:13 Fyrra Krønikubók
Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
Fyrra Krønikubók 10:14 Fyrra Krønikubók
– Men HARRAN spurdi hann ikki til ráðs; tí læt Hann hann doyggja, og síðani læt Hann Dávid, son Ísai, fáa kongadømið.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Fimta Mósebók 18:13 Fimta Mósebók
Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
Fimta Mósebók 18:14 Fimta Mósebók
Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt.
Seinna Kongabók 21:6 Seinna Kongabók
Hann læt son sín ganga gjøgnum eldin, fekst við spádóm og gand, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Seinna Krønikubók 33:6 Seinna Krønikubók
Hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við spádóm, gand og svartakunst, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan
Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.