miðeystur‑stríðið
71 versir um "miðeystur‑stríðið"
Versir
Síða 2 av 2Opinberingin 9:6 Opinberingin
Á teimum døgum skulu menniskjuni leita eftir deyðanum og ikki finna hann, tráa eftir at doyggja, og deyðin skal flýggja frá teimum.
Opinberingin 9:7 Opinberingin
Grashoppurnar vóru í útsjónd líkar hestum, tilgjørdum til bardaga; á høvdum teirra vóru eins og krúnur, ið sóu út sum gull; andlit teirra vóru sum andlit manna.
Opinberingin 9:8 Opinberingin
Tær høvdu hár sum hár kvinna; og tenn teirra vóru eins og leyvutenn.
Opinberingin 9:9 Opinberingin
Tær høvdu brynjur eins og jarnbrynjur; ljóðið av veingjum teirra var sum ljóðið av vagnum, táið nógvir hestar halda avstað í bardaga.
Opinberingin 9:10 Opinberingin
Tær høvdu halar við broddum, eins og skorpiónir, og í hølum teirra lá valdið, tær høvdu til at skaða menniskjuni í fimm mánaðir.
Opinberingin 9:11 Opinberingin
Til kong yvir sær høvdu tær eingil avgrundarinnar; á hebraiskum er navn hansara Abaddon; á grikskum eitur hann Apollyon.
Opinberingin 9:12 Opinberingin
Fyrsta vei er á enda – men eftir hetta koma tvey vei enn!
Opinberingin 9:13 Opinberingin
Sætti eingilin blásti í lúður; tá hoyrdi eg rødd frá hinum fýra hornum gullaltarsins, ið stóð fyri Gudi;
Opinberingin 9:14 Opinberingin
hon segði við sætta eingilin – hann, ið lúðurin hevði: „Loys hinar fýra einglarnar, ið bundnir eru við hina stóru ánna Eufrat!“
Opinberingin 9:15 Opinberingin
Hinir fýra einglarnir vórðu nú loystir, teir, ið høvdu staðið til reiðar til tíman, dagin, mánaðin og árið – til at drepa triðingin av menniskjunum.
Opinberingin 9:16 Opinberingin
Talið á heri hestmannanna var tvær ferðir 10000 ferðir 10000; eg hoyrdi tal teirra.
Opinberingin 9:17 Opinberingin
Soleiðis sá eg í sjón míni hestarnar og teir, ið á teimum sótu: Eldreyðar, svartbláar og svávulgular brynjur høvdu teir; høvd hestanna vóru sum leyvuhøvd, og úr munnum teirra gekk út eldur, roykur og svávul.
Opinberingin 9:18 Opinberingin
Av hesum trimum plágum – eldinum, roykinum og svávulinum, ið út gekk úr munnum teirra – varð triðingurin av menniskjunum dripin.
Opinberingin 9:19 Opinberingin
Tí vald hestanna lá í munni teirra og hala teirra; halar teirra líktust ormum, og høvd vóru á teimum; við teimum var tað, teir gjørdu skaða.
Opinberingin 9:20 Opinberingin
Men hini menniskjuni – tey, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum – vendu ikki við frá verkum handa sína; tey góvu ikki uppat at tilbiðja hinar illu andar og avgudarnar av gulli, silvuri, kopari, steini og træi – sum hvørki fáa hugt, hoyrt ella gingið.
Opinberingin 9:21 Opinberingin
Tey vendu ikki við frá manndrápum og gandi sínum, siðloysi sínum og stuldri sínum.
Dániel 11:40 Dániel
Men á tíð endans skal suðurlandskongur berjast við hann, og norðurlandskongur skal herja móti honum við vagnum, hestmonnum og nógvum skipum og bróta seg inn í londini og floyma og skola yvir tey.
Zakarias 12:2 Zakarias
Eg geri Jerusalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa av at vita, táið Jerusalem verður kringsett.
Zakarias 12:3 Zakarias
Tann dag skal Eg gera Jerusalem til hav* fyri øll fólkasløg; ein og hvør, ið roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí.
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Opinberingin 16:16 Opinberingin
Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon.