møguleikar
75 versir um "møguleikar"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Matteus 25:41 Matteus
So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!
Matteus 25:42 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær ikki at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær ikki at drekka;
Matteus 25:43 Matteus
Eg var fremmandur, og tit tóku ikki ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg ikki; Eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu Meg ikki.“
Matteus 25:44 Matteus
Tá skulu eisini tey svara: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan, tystan, fremmandan, naknan, sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki!“
Matteus 25:45 Matteus
Men Hann skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær.“
Matteus 25:46 Matteus
Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“
Lukas 19:12 Lukas
Hann segði tá: „Háborin maður fór til land langt burtur at fáa kongavald og so koma aftur.
Lukas 19:13 Lukas
Hann kallaði tá til sín tíggju av tænarum sínum, gav teimum tíggju pund og segði við teir: „Handlið við hesum, inntil eg komi aftur!“
Lukas 19:14 Lukas
Men landsmenn hansara hataðu hann og lótu sendiboð fara aftan á honum við hesum boðum: „Vit vilja ikki, at hesin skal vera kongur yvir okkum!“
Lukas 19:15 Lukas
Táið hann so hevði fingið kongavaldið og kom aftur, beyð hann, at hesir tænarar, sum hann hevði latið fingið peningin, skuldu verða kallaðir fram fyri hann, so hann kundi fáa at vita, hvat hvør teirra hevði vunnið.
Lukas 19:16 Lukas
Tá steig hin fyrsti fram og segði: „Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær!“
Lukas 19:17 Lukas
Hann segði við hann: „Gott, tú góði tænari! Við tað at tú hevur verið trúgvur í hinum minsta, skalt tú ráða yvir tíggju býum.“
Lukas 19:18 Lukas
So kom hin annar og segði: „Harri, pund títt hevur givið fimm pund!“
Lukas 19:19 Lukas
Tá segði hann eisini við hann: „Tú skalt vera yvir fimm býum.“
Lukas 19:20 Lukas
Ein annar kom og segði: „Harri, hygg, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turriklæði!
Lukas 19:21 Lukas
Tí eg ræddist teg, av tí at tú ert strangur maður; tú tekur tað, ið tú ikki lætst á goymslu, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.“
Lukas 19:22 Lukas
Hann segði við hann: „Eftir tínum egna munni dømi eg teg, ringi tænari tín! Tú visti, at eg eri strangur maður, sum taki tað, ið eg ikki læt á goymslu, og heysti tað, sum eg ikki sáaði.
Lukas 19:23 Lukas
Hví setti tú tá ikki pening mín inn í banka, so eg kundi fingið hann aftur við rentum, táið eg kom heim!“
Lukas 19:24 Lukas
Síðani segði hann við teir, ið hjá honum stóðu: „Takið pundið av honum og latið tann fáa tað, sum hevur hini tíggju pundini!“
Lukas 19:25 Lukas
Teir søgdu við hann: „Harri, hann hevur jú tíggju pund!“
Lukas 19:26 Lukas
– „Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
Lukas 19:27 Lukas
Men hesir fíggindar mínir, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur yvir teimum, leiðið teir higar og høggið teir niður fyri eygum mínum!““
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.