Merki og undur
13 versir um "Merki og undur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Markus 13:22 Markus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu – um tað var møguligt.
Jóhannes 4:48 Jóhannes
Tá segði Jesus við hann: „Síggja tit ikki tekin og undur, trúgva tit ikki!“
Ápostlasøgan 2:22 Ápostlasøgan
Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð! Jesus úr Nazaret, mann, ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerðum, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara – so sum tit sjálvir vita –
Ápostlasøgan 2:43 Ápostlasøgan
Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.
Ápostlasøgan 4:30 Ápostlasøgan
við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!“
Ápostlasøgan 5:12 Ápostlasøgan
Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið. Tey hildu seg av einum hjarta saman í súlugong Sálomons.
Ápostlasøgan 8:6 Ápostlasøgan
Av einum hjarta gav fólkið tí gætur, sum Filip talaði; tí tey hoyrdu og sóu tekinini, ið hann gjørdi.
Ápostlasøgan 14:3 Ápostlasøgan
Har vóru teir nú langa tíð og talaðu djarvir í Harranum, og Hann gav náðiorði Sínum vitnisburð og læt tekin og undur verða gjørd við hondum teirra.
Rómverjabrævið 15:19 Rómverjabrævið
við kraft tekna og undra, við kraft Anda Guds, so eg, úr Jerusalem og runt um, líka til Illýria, havi til fulnar kunngjørt evangelium Kristusar.
Seinna Korintbrævið 12:12 Seinna Korintbrævið
Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum.
Seinna Tessalonikabrævið 2:9 Seinna Tessalonikabrævið
Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum
Hebrearabrævið 2:4 Hebrearabrævið
við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum!