mentan
65 versir um "mentan"
Versir
Síða 1 av 2Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Fyrra Korintbrævið 9:19 Fyrra Korintbrævið
Tí tóat eg eri fríur frá øllum, havi eg kortini gjørt meg til tænara alra, fyri at eg kann vinna tess fleiri.
Fyrra Korintbrævið 9:20 Fyrra Korintbrævið
Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi – fyri at vinna Jødar; teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er – tóat eg sjálvur eri ikki undir lóg – fyri at vinna tey, sum undir lógini eru;
Fyrra Korintbrævið 9:21 Fyrra Korintbrævið
teimum, ið uttan lóg eru, eri eg vorðin sum ein, ið uttan lóg er – tóat eg eri ikki uttan lóg fyri Gudi, men undir lóg Kristusar – fyri at vinna tey, sum uttan lóg eru.
Fyrra Korintbrævið 9:22 Fyrra Korintbrævið
Hinum veiku eri eg vorðin veikur – fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur!
Fyrra Korintbrævið 9:23 Fyrra Korintbrævið
Alt geri eg fyri evangeliums skuld, fyri at eg kann fáa part saman við tí.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
Lukas 12:23 Lukas
Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini.
Jóhannes 15:19 Jóhannes
Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum.
Fyrra Korintbrævið 11:1 Fyrra Korintbrævið
Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi Kristusi eftir!
Fyrra Korintbrævið 11:2 Fyrra Korintbrævið
Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir.
Esaias 56:6 Esaias
Og hini fremmandu, sum halda seg til HARRAN, til at tæna Honum og elska navn HARRANS, til at vera tænarar Hansara – øll tey, sum halda sabbatin, so tey vanhalga ikki hann, og sum halda fast við sáttmála Mín,
Esaias 56:7 Esaias
tey skal Eg leiða til heilaga fjall Mítt og gleða tey í bønhúsi Mínum; brennioffur og sláturoffur teirra skulu vera Mær til gleði á altari Mínum; tí hús Mítt skal kallast bønhús fyri allar tjóðir.
Esaias 56:8 Esaias
So sigur Harrin HARRIN, Hann, sum savnar hini burtriknu av Ísrael: Enn fleiri skal Eg savna aftrat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara.
Ápostlasøgan 10:34 Ápostlasøgan
Tá læt Pætur upp munnin og segði: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun,
Ápostlasøgan 10:35 Ápostlasøgan
men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.
Ápostlasøgan 17:1 Ápostlasøgan
Teir ferðaðust nú gjøgnum Amfipolis og Apollonia og komu til Tessalonika. Har høvdu Jødarnir sýnagogu,
Ápostlasøgan 17:2 Ápostlasøgan
og Paulus fór – sum hann var vanur – inn til teirra. Tríggjar sabbatar helt hann nú samtalur við teir út av skriftunum,
Ápostlasøgan 17:3 Ápostlasøgan
legði út og vísti á, at Kristus mátti líða og rísa upp frá hinum deyðu; og hann segði: „Hesin Jesus, ið eg beri tykkum boð um, Hann er Kristus!“
Ápostlasøgan 17:4 Ápostlasøgan
Nøkur av teimum góvu honum tá rætt og fóru at halda seg aftrat Paulusi og Silasi, somuleiðis stór mongd av Grikkunum, ið dýrkaðu Gud*, og ikki fáar av hinum mætastu kvinnunum.
Ápostlasøgan 17:5 Ápostlasøgan
Tá kom øvund á Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandamenn av letingunum á torginum, fingu saman mannfjøld og loyptu røring í staðin; so hildu teir á hús Jasons og royndu at fáa fatur á teimum fyri at føra teir út til fólkið.
Ápostlasøgan 17:6 Ápostlasøgan
Táið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býstýrið og róptu: „Hesir, sum hava endavent øllum heiminum, eru nú eisini komnir higar!
Ápostlasøgan 17:7 Ápostlasøgan
Teimum hevur Jason tikið ímóti; og øll hesi gera beint ímóti boðum keisarans og siga, at ein annar er kongur, Jesus!“
Ápostlasøgan 17:8 Ápostlasøgan
Og teir loyptu ræðslu á fólkið og býstýrið, sum hoyrdu hetta.
Ápostlasøgan 17:9 Ápostlasøgan
Býstýrið læt tá Jason og hinar geva pant fyri seg, og síðani lótu teir teir fara.
Ápostlasøgan 17:10 Ápostlasøgan
Alt fyri eitt somu nátt sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað til Berøa. Táið teir komu hagar, fóru teir inn í sýnagogu Jødanna.
Ápostlasøgan 17:11 Ápostlasøgan
Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.
Ápostlasøgan 17:12 Ápostlasøgan
Av teimum komu tá nógvir til trúgv, somuleiðis ikki fáir mætir Grikkar, bæði kvinnur og menn.
Ápostlasøgan 17:13 Ápostlasøgan
Men táið Jødarnir í Tessalonika fingu at vita, at orð Guds varð kunngjørt av Paulusi í Berøa við, komu teir og loyptu eisini har øði í fólkið.
Ápostlasøgan 17:14 Ápostlasøgan
Tá sendu brøðurnir við tað sama Paulus avstað – líka at sjónum; men bæði Silas og Timoteus vórðu eftir har.
Ápostlasøgan 17:15 Ápostlasøgan
Teir, ið fylgdu Paulusi, fóru nú við honum líka til Aten og fóru so avstað aftur og høvdu boð við sær til Silas og Timoteus, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara.
Ápostlasøgan 17:16 Ápostlasøgan
Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.
Ápostlasøgan 17:17 Ápostlasøgan
Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud*, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti.
Ápostlasøgan 17:18 Ápostlasøgan
Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: „Hvat er tað, hatta møsnið sigur?“ Men summir søgdu: „Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!“ – av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.
Ápostlasøgan 17:19 Ápostlasøgan
So tóku teir hann, fóru niðan á Areopagus* við honum og søgdu: „Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri nýggj læra, tú boðar?
Ápostlasøgan 17:20 Ápostlasøgan
Tí tað er nakað ókunnigt, tú letur koma okkum fyri oyru; vit vilja tí vita, hvat hetta hevur at týða.“
Ápostlasøgan 17:21 Ápostlasøgan
– Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt.
Ápostlasøgan 17:22 Ápostlasøgan
Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: „Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.
Ápostlasøgan 17:23 Ápostlasøgan
Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.
Ápostlasøgan 17:24 Ápostlasøgan
Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum;
Ápostlasøgan 17:25 Ápostlasøgan
Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Ápostlasøgan 17:27 Ápostlasøgan
fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann – tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum.
Ápostlasøgan 17:28 Ápostlasøgan
Tí í Honum liva, rørast og eru vit – sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: „Vit eru jú eisini ætt Hansara.“
Ápostlasøgan 17:29 Ápostlasøgan
Táið vit nú eru ætt Guds, mugu vit ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna.
Ápostlasøgan 17:30 Ápostlasøgan
Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.
Ápostlasøgan 17:31 Ápostlasøgan
Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi – við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu.“