menniskjagjørdar lógir

8 versir um "menniskjagjørdar lógir"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Jóhannesarbrævið 1:11 Triðja Jóhannesarbrævið

Tú elskaði! Tak ikki eftir hinum illa, nei, tak eftir hinum góða! Tann, ið ger hitt góða, er av Gudi; tann, ið ger hitt illa, hevur ikki sæð Gud.

9
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.

7
Fyrra Korintbrævið 11:1 Fyrra Korintbrævið

Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi Kristusi eftir!

6
Fyrra Korintbrævið 11:2 Fyrra Korintbrævið

Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir.

6
Seinna Tessalonikabrævið 2:14 Seinna Tessalonikabrævið

Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists.

6
Seinna Tessalonikabrævið 2:15 Seinna Tessalonikabrævið

Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi!

6
Jákupsbrævið 2:26 Jákupsbrævið

– Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.

5
Jákupsbrævið 4:4 Jákupsbrævið

Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.

5