menningartarnið / útslitin menning
10 versir um "menningartarnið / útslitin menning"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Fyrra Tessalonikabrævið 5:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!
Zakarias 12:8 Zakarias
Tann dag skal HARRIN vera teimum vernd, sum í Jerusalem búgva; hin ússaligasti av teimum skal tann dag vera sum Dávid, og hús Dávids skal vera sum Gud, sum eingil HARRANS framman fyri tey.
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Fyrra Sámuelsbók 21:13 Fyrra Sámuelsbók
Tí lætst hann óður fyri eygum teirra og bar seg at sum eitt vitleyst, táið teir royndu at halda honum; hann skrivaði á hurðar portursins og læt slevuna renna niður í skeggið.
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.