menn sum klippa hár sítt
53 versir um "menn sum klippa hár sítt"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Sámuelsbók 14:26 Seinna Sámuelsbók
Táið hann læt hár sítt klippa – tað gjørdi hann í endanum á hvørjum ári, tí hárið varð honum ov tungt, hann noyddist at klippa tað – tá vigaði hann hárið, og tað vigaði 200 seklar eftir kongsvektini.
Ápostlasøgan 18:18 Ápostlasøgan
Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila – eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt – tí hann hevði lyfti á sær.
Ápostlasøgan 21:24 Ápostlasøgan
Tak teir við tær og lat teg reinsa saman við teimum, og ber tú fyri teir tað, ið tað kostar, so teir fáa latið høvd sítt raka! So fáa øll at síggja, at einki er í tí, sum tey hava hoyrt um teg, men at tú eisini sjálvur livir so, at tú heldur lógina.