menn og kvinnur sum búgva saman

48 versir um "menn og kvinnur sum búgva saman"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók

Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.

7
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið

Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.

5
Fyrsta Mósebók 2:18 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN segði nú: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“

4
Triðja Mósebók 18:22 Triðja Mósebók

Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu – tað er andstygd!

4
Jóhannes 5:30 Jóhannes

Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.

4
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

4
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

3
Prædikarin 4:9 Prædikarin

Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;

3
Prædikarin 4:10 Prædikarin

og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!

3
Prædikarin 4:11 Prædikarin

Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!

3
Jóhannes 4:16 Jóhannes

Hann segði við hana: „Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!“

3
Jóhannes 4:17 Jóhannes

Kvinnan svaraði: „Eg havi ongan mann.“ Jesus segði við hana: „Væl mást tú siga: „Eg havi ongan mann“!

3
Jóhannes 4:18 Jóhannes

Tí tú hevur havt fimm menn, og hann, ið tú hevur nú, er ikki maður tín – har segði tú satt!“

3
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,

3
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið

hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!

3
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið

Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.

3
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið

Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –

3
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið

og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.

3
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið

Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.

3
Dómararnir 2:1 Dómararnir

Eingil HARRANS kom úr Gilgal til Bokim. Hann segði: „Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi og læt tykkum koma inn í landið, sum Eg við eiði hevði lovað fedrum tykkara. Og Eg segði: „Aldri í allar ævir skal Eg bróta sáttmála Mín við tykkum!

2
Dómararnir 2:2 Dómararnir

Men tit mugu ikki gera sáttmála við teir, sum her í landinum búgva; altar teirra skulu tit bróta niður!“ Men tit hava ikki lurtað eftir orðum Mínum – hvat er tað, tit hava gjørt!

2
Dómararnir 2:3 Dómararnir

Eg segði eisini: „Eg skal ikki reka teir burtur fyri tykkum; teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!““

2
Dómararnir 2:4 Dómararnir

Táið eingil HARRANS segði hetta við allar Ísraelsmenn, skar fólkið í at gráta.

2
Dómararnir 2:5 Dómararnir

Tí varð hetta stað kallað Bokim. – Og tey ofraðu har til HARRAN.

2
Dómararnir 2:6 Dómararnir

Táið Josva hevði latið fólkið fara, fóru Ísraelsmenn hvør til arvalut sín, til at taka landið í ogn.

2
Dómararnir 2:7 Dómararnir

Og fólkið dýrkaði HARRAN, so leingi sum Josva livdi, og so leingi sum hinir elstu vóru á lívi, sum livdu longur enn Josva, teir, ið høvdu sæð alt stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt fyri Ísrael.

2
Dómararnir 2:8 Dómararnir

Men tænari HARRANS Josva, sonur Nun, doyði, táið hann var 110 ár;

2
Dómararnir 2:9 Dómararnir

og teir jarðaðu hann í arvaluti hansara, í Timnat-Heres í Efra’imsfjøllum, norðan fyri Ga’asfjall.

2
Dómararnir 2:10 Dómararnir

Eisini alt tað ættarliðið savnaðist til fedrar sínar, og eftir tey kom eitt annað ættarlið, sum hvørki kendi HARRAN ella verkið, ið Hann hevði gjørt fyri Ísrael.

2
Dómararnir 2:11 Dómararnir

Tá gjørdu Ísraelsmenn tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og dýrkaðu Ba’alarnar.

2
Dómararnir 2:12 Dómararnir

Tey vendu sær frá HARRANUM Gudi fedra sína, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, gudar tjóðanna, ið rundan um tey búðu, og tilbóðu teir og vaktu vreiði HARRANS;

2
Dómararnir 2:13 Dómararnir

tey vendu sær frá HARRANUM og dýrkaðu Ba’al og Astartu.

2
Dómararnir 2:14 Dómararnir

Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann gav tey ránsmonnum í hendur, og teir rændu tey; Hann seldi tey í hendur fígginda teirra, sum rundan um tey búðu, so tey vóru ikki longur ment at standa seg móti fíggindunum.

2
Dómararnir 2:15 Dómararnir

Hvar tey so hildu fram, var hond HARRANS móti teimum, so at teimum gekst illa – sum HARRIN hevði sagt við tey, og sum HARRIN hevði svorið – og tey komu í stóra neyð.

2
Dómararnir 2:16 Dómararnir

Tá vakti HARRIN upp dómarar, sum frelstu tey úr hondum ránsmannanna.

2
Dómararnir 2:17 Dómararnir

Tó, heldur ikki dómarar sínar aktaðu tey; tey runnu í trúleysum fráfalli aftan á øðrum gudum og tilbóðu teir. Skjótt viku tey burtur av leiðini, ið fedrar teirra høvdu gingið í lýdni fyri boðum HARRANS – tey bregðaðu ikki til teirra.

2
Dómararnir 2:18 Dómararnir

Men hvørja ferð HARRIN læt dómara stíga fram millum teirra, var HARRIN við dómaranum og frelsti tey úr hondum fígginda teirra, so leingi sum dómarin livdi; tí HARRANUM tyktist synd í teimum, táið tey góvu seg undan teimum, ið plágaðu og kúgaðu tey.

2
Dómararnir 2:19 Dómararnir

Men við tað sama sum dómarin var deyður, bóru tey seg aftur illa at, ja, enn verri enn fedrar teirra – tey hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; tey góvust ikki við óndu gerðum og ólýdna atburði sínum.

2
Dómararnir 2:20 Dómararnir

Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann segði: „Av tí at hetta fólk hevur brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við fedrar teirra, og ikki aktað orð Míni,

2
Dómararnir 2:21 Dómararnir

so skal Eg heldur ikki hereftir reka so mikið sum eitt av fólkunum burtur, sum Josva læt vera eftir, táið hann doyði.

2
Dómararnir 2:22 Dómararnir

Við teimum skuldi Ísrael verða roynt, um tey vildu akta eftir vegi HARRANS og ganga hann – eins og fedrar teirra gjørdu – ella ikki.“

2
Dómararnir 2:23 Dómararnir

HARRIN læt tá hesi fólkasløg verða og hevði ongan skund við at reka tey burtur – Hann gav tey ikki í hendur Josva.

2
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið

Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,

2
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið

ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.

2
Efesusbrævið 5:5 Efesusbrævið

Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.

2
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið

Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.

2
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið

Havið tí einki við tey at gera!

2
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið

og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!

2