Melkisedek
55 versir um "Melkisedek"
Versir
Síða 1 av 2Hebrearabrævið 7:1 Hebrearabrævið
Hesin Melkizedek, kongur í Salem og prestur Guds hins hægsta – hann, sum fór ímóti Ábrahami, táið hann kom aftur eftir at hava vunnið sigur á kongunum, og sum signaði hann
Hebrearabrævið 7:2 Hebrearabrævið
– hann, sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, táið navn hansara verður útlagt, fyrst er rættvísikongur, harnæst eisini kongur Salems, tað er friðarkongur –
Hebrearabrævið 7:3 Hebrearabrævið
uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, hvørki havandi byrjan daga ella enda lívs, settur javnt við Son Guds – hann verður prestur altíð.
Hebrearabrævið 7:4 Hebrearabrævið
Hyggið, hvussu stórur hann er, hann, ið enntá Ábraham, ættarfaðirin, gav tíggjund av fonginum!
Hebrearabrævið 7:5 Hebrearabrævið
Teir av sonum Levi, sum fáa prestadømið, hava boð um eftir lógini at taka tíggjund frá fólkinum – tað er frá brøðrum sínum – teimum, sum tó eru komnir úr lendum Ábrahams;
Hebrearabrævið 7:6 Hebrearabrævið
men hesin – sum ikki roknar ætt sína frá teimum – tók tíggjund frá Ábrahami og signaði hann, ið hevði lyftini.
Hebrearabrævið 7:7 Hebrearabrævið
Nú kann jú eingin siga ímóti tí, at tað er tann, ið minni hevur at týða, sum verður signaður av tí, sum meiri hevur at týða.
Hebrearabrævið 7:8 Hebrearabrævið
Og her eru tað deyðilig menniskju, ið taka tíggjund, men har ein, sum vitnað verður um, at hann livir.
Hebrearabrævið 7:9 Hebrearabrævið
Ja, sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, hevur við Ábrahami so at siga latið tíggjund;
Hebrearabrævið 7:10 Hebrearabrævið
tí hann var enn í lendum faðirs síns, táið Melkizedek fór ímóti honum.
Hebrearabrævið 7:11 Hebrearabrævið
Var nú fullkomileiki at fáa við hinum levitiska prestadømi – og tað var grundin undir lógini, ið fólkið hevði fingið – hví tørvaði so uppaftur, at annar prestur skuldi stíga fram – á hátti Melkizedeks, ein, sum ikki er nevndur á hátti Árons!
Hebrearabrævið 7:12 Hebrearabrævið
– Verður prestadømið broytt, slepst ikki undan, at lógin verður broytt við.
Hebrearabrævið 7:13 Hebrearabrævið
Hann, sum hetta verður sagt um, hoyrdi jú til aðra ætt, og av henni hevur eingin gjørt tænastu við altarið.
Hebrearabrævið 7:14 Hebrearabrævið
– Ein og hvør veit jú, at Harri okkara er runnin upp av Juda, og viðvíkjandi teirri ætt hevur Móses einki talað um prestar.
Hebrearabrævið 7:15 Hebrearabrævið
Og uppaftur nógv skilligari verður hetta, táið annar prestur stígur fram, líkur Melkizedek
Hebrearabrævið 7:16 Hebrearabrævið
– ein, sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgeingiligum lívi.
Hebrearabrævið 7:17 Hebrearabrævið
Hann fær jú tann vitnisburð: „Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“
Hebrearabrævið 7:18 Hebrearabrævið
So verður nú vissuliga boð, sum fyrr var galdandi, sett úr gildi, av tí at tað var veikt og ónýtt
Hebrearabrævið 7:19 Hebrearabrævið
– lógin gjørdi jú einki fullkomið – og betri vón verður leidd inn, ein, sum vit nærkast Gudi við.
Hebrearabrævið 7:20 Hebrearabrævið
Og so víst sum tað kom ikki í lag uttan eið
Hebrearabrævið 7:21 Hebrearabrævið
– tí hinir gjørdust prestar uttan eið, men Hann við eiði – við Honum, ið sigur við Hann: „Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: „Tú ert prestur í allar ævir““
Hebrearabrævið 7:22 Hebrearabrævið
– so víst er tað eisini betri sáttmáli, Jesus er vorðin borgsmaður fyri.
Hebrearabrævið 7:23 Hebrearabrævið
Og av hinum prestum vóru fleiri, av tí at teir við deyðanum vórðu forðaðir at halda á;
Hebrearabrævið 7:24 Hebrearabrævið
men hesin hevur óforgeingiligt prestadømi, við tað at Hann verður í allar ævir.
Hebrearabrævið 7:25 Hebrearabrævið
Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.
Hebrearabrævið 7:26 Hebrearabrævið
Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt – upp um Himlarnar,
Hebrearabrævið 7:27 Hebrearabrævið
ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini – eins og høvuðsprestarnir – at bera fram offur, fyrst fyri Sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins; tí hetta gjørdi Hann eina ferð fyri allar, táið Hann ofraði Seg sjálvan.
Hebrearabrævið 7:28 Hebrearabrævið
Tí lógin setur til høvuðsprestar menniskju, sum hava brek; men orð eiðarins, sum kom eftir lógina, setur inn Sonin, sum er gjørdur fullkomin í allar ævir.
Fyrsta Mósebók 14:18 Fyrsta Mósebók
Og Melkizedek, kongurin í Salem, prestur hjá Gudi hinum Hægsta, kom við breyði og víni
Fyrsta Mósebók 14:19 Fyrsta Mósebók
og signaði hann við hesum orðum: „Signaður veri Ábram av Gudi hinum Hægsta, sum eigur himmal og jørð!
Fyrsta Mósebók 14:20 Fyrsta Mósebók
Lovaður veri Gud hin Hægsti, sum gav tær fíggindar tínar í hendur!“ – Og Ábram læt hann fáa tíggjund av øllum.
Sálmarnir 110:4 Sálmarnir
HARRIN hevur svorið – og Hann skal ikki angra tað: „Tú ert prestur í allar ævir á sama hátt sum Melkizedek.“
Sálmarnir 110:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Sálmur. HARRIN segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!“
Sálmarnir 110:2 Sálmarnir
Av Zion rættir HARRIN út kongastav veldis Tíns; ráð mitt ímillum fíggindar Tínar!
Sálmarnir 110:3 Sálmarnir
Sjálvboðið kemur fólk Títt veldisdag Tín; í heilagum prýði kemur ungi skari Tín til Tín sum døggin úr fangi morgunroðans.
Sálmarnir 110:5 Sálmarnir
Harrin undir høgru lið Tíni sorar kongar vreiðidag Sín;
Sálmarnir 110:6 Sálmarnir
Hann heldur dóm millum heidningarnar, fyllir upp við líkum, sorar høvd um hina víðu jørð.
Sálmarnir 110:7 Sálmarnir
Úr løkinum drekkur Hann á vegnum; tí ber Hann høvdið høgt.
Hebrearabrævið 5:10 Hebrearabrævið
og varð av Gudi kallaður høvuðsprestur á hátti Melkizedeks.
Fyrsta Mósebók 14:17 Fyrsta Mósebók
Táið hann nú kom aftur eftir at hava vunnið sigur á Kedorlaomer og kongunum, ið stóðu saman við honum, tá fór kongurin í Sodoma út ímóti honum til Sjavedal, tað er Kongadal.
Hebrearabrævið 6:20 Hebrearabrævið
hagar Jesus sum fyrirennari okkara fór inn, Hann, sum gjørdist høvuðsprestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.
Hebrearabrævið 5:1 Hebrearabrævið
Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi, til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir
Hebrearabrævið 5:2 Hebrearabrævið
– sum ein, ið kann vera mildur við óvitandi og villfarandi, við tað at veikleiki hongur við hann sjálvan eisini,
Hebrearabrævið 5:3 Hebrearabrævið
og hann av teirri grund má bera fram syndoffur fyri seg sjálvan líka væl sum fyri fólkið.
Hebrearabrævið 5:4 Hebrearabrævið
Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron.
Hebrearabrævið 5:5 Hebrearabrævið
Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið Sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum, sum segði við Hann: „Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag“
Hebrearabrævið 5:6 Hebrearabrævið
– sum Hann jú eisini sigur á øðrum staði: „Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“
Hebrearabrævið 5:7 Hebrearabrævið
Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.
Hebrearabrævið 5:8 Hebrearabrævið
Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí, sum Hann leið.
Hebrearabrævið 5:9 Hebrearabrævið
Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann,