mein í huginum / sálarligt brek
30 versir um "mein í huginum / sálarligt brek"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 4:10 Onnur Mósebók
Men Móses segði við HARRAN: „Hoyr meg, HARRI! Eg havi aldri verið orðkringur maður; eg var tað ikki áður, og eg eri tað heldur ikki nú, eftir at Tú hevur talað við tænara Tín; eg eri tungur fyri málinum og havi ilt við at tosa.“
Onnur Mósebók 4:11 Onnur Mósebók
Tá svaraði HARRIN honum: „Hvør hevur givið menniskjanum munn, og hvør ger stumman ella deyvan, síggjandi ella blindan! Man tað ikki vera Eg, HARRIN!
Onnur Mósebók 4:12 Onnur Mósebók
Far tí nú, og Eg skal vera við munni tínum og læra teg, hvat tú skalt siga!“
Triðja Mósebók 19:14 Triðja Mósebók
Tú mást ikki banna hinum deyva, ei heldur leggja nakað at falla um fyri hin blinda – tú skalt óttast Gud tín! – Eg eri HARRIN!
Seinna Sámuelsbók 9:1 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði: „Man nú nakar vera eftir av húsi Sauls, so eg fái víst honum miskunn fyri Jónatans skuld?“
Seinna Sámuelsbók 9:2 Seinna Sámuelsbók
Nú hevði hús Sauls ein tænara, ið æt Ziba; hann fekk boð at koma til Dávid, og kongurin segði við hann: „Ert tú Ziba?“ Hann svaraði: „Ja, tað er tænari tín!“
Seinna Sámuelsbók 9:3 Seinna Sámuelsbók
Kongurin spurdi: „Er ikki onkur eftir av húsi Sauls, so eg kundi víst honum miskunn Guds?“ Ziba svaraði: „Ein sonur Jónatan livir enn; hann er lamin í báðum fótum.“
Seinna Sámuelsbók 9:4 Seinna Sámuelsbók
Tá spurdi kongurin: „Hvar er hann?“ Ziba svaraði: „Hann er í húsi Makirs, sonar Ammiels, í Lo-Debar.“
Seinna Sámuelsbók 9:5 Seinna Sámuelsbók
Dávid sendi nú boð eftir honum til hús Makirs, sonar Ammiels, í Lo-Debar.
Seinna Sámuelsbók 9:6 Seinna Sámuelsbók
Táið so Mefiboset, sonur Jónatan, son Saul, kom inn til Dávid, kastaði hann seg niður á andlit sítt og boygdi seg. Dávid segði: „Mefiboset!“ Hann svaraði: „Ja, her er tænari tín!“
Seinna Sámuelsbók 9:7 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Óttast ikki! Eg skal vísa tær miskunn fyri Jónatans, faðirs tíns, skuld og lata teg fáa aftur alla jørðina, ið faðir tín, Saul, átti; og tú skalt altíð eta við borð mítt.“
Seinna Sámuelsbók 9:8 Seinna Sámuelsbók
Tá kastaði hann seg niður og segði: „Hvat er tænari tín, at tú vendir tær til ein deyðan hund sum meg!“
Seinna Sámuelsbók 9:9 Seinna Sámuelsbók
Kongurin sendi so boð eftir Ziba, tænara Sauls, og segði við hann: „Alt tað, ið Saul og alt hús hansara hevur átt, havi eg givið syni harra tíns.
Seinna Sámuelsbók 9:10 Seinna Sámuelsbók
Tú skalt dýrka jørðina fyri hann, tú og synir og tænarar tínir, og heysta inn fyri hann, so at sonur harra tíns kann hava breyð at eta; men sjálvur skal Mefiboset, sonur harra tíns, altíð eta við borð mítt.“ – Ziba hevði fimtan synir og tjúgu tænarar.
Seinna Sámuelsbók 9:11 Seinna Sámuelsbók
Tá segði Ziba við kongin: „Tænari tín skal í einum og øllum gera, sum harri mín kongurin gevur tænara sínum boð um.“ „Men Mefiboset skal eta við borð mítt sum ein av sonum kongsins,“ [segði kongurin].
Seinna Sámuelsbók 9:12 Seinna Sámuelsbók
Mefiboset átti lítlan son, ið æt Mika. Og øll í húsi Ziba vóru tænarar Mefibosets.
Seinna Sámuelsbók 9:13 Seinna Sámuelsbók
Sjálvur búði Mefiboset í Jerusalem; tí hann át altíð við borð kongsins. Og hann var lamin í báðum fótum.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Lukas 14:12 Lukas
Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: „Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag.
Lukas 14:13 Lukas
Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
Lukas 14:14 Lukas
Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Seinna Korintbrævið 12:7 Seinna Korintbrævið
Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.
Seinna Korintbrævið 12:8 Seinna Korintbrævið
At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið
Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,