medvit

108 versir um "medvit"

Versir

Síða 2 av 3
Esaias 1:29 Esaias

Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.

4
Esaias 1:30 Esaias

Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.

4
Esaias 1:31 Esaias

Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.

4
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

4
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

4
Fyrsta Mósebók 18:1 Fyrsta Mósebók

Síðani opinberaði HARRIN Seg fyri honum í eikilundini hjá Mamre, einaferð hann sat í tjalddurunum tað heitasta av deginum.

3
Fyrsta Mósebók 18:2 Fyrsta Mósebók

Táið hann hugdi upp, fekk hann at síggja tríggjar menn, ið stóðu framman fyri honum. Við tað sama sum hann varð varur við teir, leyp hann ímóti teimum frá tjalddurunum, boygdi seg til jarðar

3
Fyrsta Mósebók 18:3 Fyrsta Mósebók

og segði: „Harri, havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so far ikki um tænara tín!

3
Fyrsta Mósebók 18:4 Fyrsta Mósebók

Lat okkum fara eftir einum sindri av vatni, so tit fáa vaskað tykkum um føturnar, og hvílið tykkum undir trænum!

3
Fyrsta Mósebók 18:5 Fyrsta Mósebók

So skal eg fara eftir einum breyðbita, so tit kunnu styrkja tykkum, áðrenn tit fara longur – við tað at tit nú komu framvið her hjá tænara tykkara!“ Teir svaraðu: „Ger, sum tú sigur!“

3
Fyrsta Mósebók 18:6 Fyrsta Mósebók

Ábraham fór nú skundisliga inn í tjaldið til Sáru og segði: „Ver skjót, tak trý mál av fínum mjøli, knoða tað og baka køkur!“

3
Fyrsta Mósebók 18:7 Fyrsta Mósebók

Sjálvur leyp hann út til neytini, tók ein góðan, ungan kálv og fekk dronginum hann, og drongurin skundaði sær at gera hann til.

3
Fyrsta Mósebók 18:8 Fyrsta Mósebók

So tók hann róma og søta mjólk og kálvin, ið hann hevði latið gera til, og setti tað fyri teir; og hann stóð hjá teimum undir trænum, meðan teir ótu.

3
Fyrsta Mósebók 18:9 Fyrsta Mósebók

Teir søgdu tá við hann: „Hvar er Sára, kona tín?“ Hann svaraði: „Inni í tjaldinum.“

3
Fyrsta Mósebók 18:10 Fyrsta Mósebók

Tá segði Hann: „Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára, kona tín, ein son.“ – Hetta hoyrdi Sára í tjalddurunum aftan fyri Hann.

3
Fyrsta Mósebók 18:11 Fyrsta Mósebók

Og við tað at Ábraham og Sára vóru gomul og væl við aldur, og Sára ikki longur hevði tað, sum kvinnur eru vanar,

3
Fyrsta Mósebók 18:12 Fyrsta Mósebók

so læði Sára fyri seg sjálva og hugsaði: „Skuldi eg havt hug, nú eg eri vorðin gomul! Og harri mín er gamal!“

3
Fyrsta Mósebók 18:13 Fyrsta Mósebók

Tá segði HARRIN við Ábraham: „Hví lær Sára og hugsar: „Man tað fara at verða, at eg fái børn, nú eg eri gomul!“

3
Fyrsta Mósebók 18:14 Fyrsta Mósebók

Er tá nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!“

3
Fyrsta Mósebók 18:15 Fyrsta Mósebók

Men Sára vildi ikki vera við tað og segði: „Eg læði ikki!“ – tí hon óttaðist. Men Hann segði: „Jú, tú læði!“

3
Fyrsta Mósebók 18:16 Fyrsta Mósebók

So reistust menninir og fóru haðani, og teir tóku leiðina til Sodoma; og Ábraham fór við teimum at fylgja teimum á leið.

3
Fyrsta Mósebók 18:17 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN segði: „Skuldi Eg dult fyri Ábrahami tað, ið Eg ætli at gera!

3
Fyrsta Mósebók 18:18 Fyrsta Mósebók

Ábraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á jørðini skulu verða signað í honum!

3
Fyrsta Mósebók 18:19 Fyrsta Mósebók

Tí Eg havi útvalt hann, fyri at hann skal geva børnum sínum og húsi sínum eftir seg boð um at akta eftir vegi HARRANS og gera rætt og rættvísi, so HARRIN kann lata Ábraham fáa alt tað, ið Hann hevur lovað honum.“

3
Fyrsta Mósebók 18:20 Fyrsta Mósebók

HARRIN segði nú: „Rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár.

3
Fyrsta Mósebók 18:21 Fyrsta Mósebók

Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki – Eg vil hava tað at vita!“

3
Fyrsta Mósebók 18:22 Fyrsta Mósebók

So fóru menninir haðani og fóru til Sodoma, men Ábraham varð standandi framman fyri HARRANUM.

3
Fyrsta Mósebók 18:23 Fyrsta Mósebók

Tá fór Ábraham nærri og segði: „Fert Tú tá at forkoma rættvísum saman við gudleysum?

3
Fyrsta Mósebók 18:24 Fyrsta Mósebók

Kanska 50 rættvís eru í býnum! Forkemur Tú tá teimum – sparir Tú ikki staðin, við tað at hesi 50 rættvísu eru í honum?

3
Fyrsta Mósebók 18:25 Fyrsta Mósebók

Tað veri langt frá Tær at gera slíkt – at drepa tann rættvísa saman við tí gudleysa, so tann rættvísi fær sama lut sum tann gudleysi – tað veri langt frá Tær! Hann, sum dømir alla jørðina, skuldi Hann ikki gjørt rætt!“

3
Fyrsta Mósebók 18:26 Fyrsta Mósebók

HARRIN svaraði: „Finni Eg í staðnum Sodoma 50 rættvís, so skal Eg spara allan býin fyri teirra skuld.“

3
Fyrsta Mósebók 18:27 Fyrsta Mósebók

Men Ábraham tók aftur til orða: „Eg havi vágað mær at tala til Harran, tóat eg eri einki uttan dust og øska

3
Fyrsta Mósebók 18:28 Fyrsta Mósebók

– kanska 5 vanta í tey 50 rættvísu – oyðir Tú tá allan býin fyri hesi 5?“ Hann svaraði: „Eg skal ikki oyða býin, finni Eg 45 í honum.“

3
Fyrsta Mósebók 18:29 Fyrsta Mósebók

Men hann helt fram at tosa og segði við Hann: „Kanska har eru 40!“ Hann svaraði: „Eru 40, so skal Eg ikki gera tað.“

3
Fyrsta Mósebók 18:30 Fyrsta Mósebók

Men hann segði: „Harri, verð ikki illur, um eg tali! Kanska har eru 30!“ Hann svaraði: „Eg skal ikki gera tað, finni Eg 30 í honum.“

3
Fyrsta Mósebók 18:31 Fyrsta Mósebók

Men hann segði: „Eg havi vágað mær at tala til Harran – kanska har eru 20!“ Hann svaraði: „Eru 20, so skal Eg ikki oyða hann.“

3
Fyrsta Mósebók 18:32 Fyrsta Mósebók

Tá segði hann: „Harri, verð ikki illur, um eg tali bert hesa einu ferðina enn! Kanska har eru 10!“ Hann svaraði: „Eru 10, so skal Eg ikki oyða hann.“

3
Fyrsta Mósebók 18:33 Fyrsta Mósebók

So fór HARRIN avstað, táið Hann var liðugur at tala við Ábraham, og Ábraham fór heimaftur til sín sjálvs.

3
Fyrra Korintbrævið 6:1 Fyrra Korintbrævið

Kann nakar av tykkum fáa seg til, táið hann hevur søk móti øðrum, tá at søkja dóm hjá hinum órættvísu og ikki hjá hinum heilagu?

3
Fyrra Korintbrævið 6:2 Fyrra Korintbrævið

Ella vita tit ikki, at hini heilagu skulu døma heimin? Og skal heimurin verða dømdur av tykkum, eru tit tá ikki nóg góðir at døma í teimum søkum, sum so lítið hava at týða!

3
Fyrra Korintbrævið 6:3 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at vit skulu døma einglar? Hvussu mikið meiri tá ikki í tímiligum viðurskiftum!

3
Fyrra Korintbrævið 6:4 Fyrra Korintbrævið

Táið tit tá hava sakir um tímilig viðurskifti, seta tit teir til dómarar, sum eru roknaðir fyri einki í samkomuni!

3
Fyrra Korintbrævið 6:5 Fyrra Korintbrævið

Tykkum til skomm sigi eg tað! So er tá eingin vísur maður tykkara millum, ikki so mikið sum ein, ið er førur fyri at greiða søkina millum brøður sínar!

3
Fyrra Korintbrævið 6:6 Fyrra Korintbrævið

Men bróðir hevur søk við bróður, og tað fyri vantrúgvandi!

3
Fyrra Korintbrævið 6:7 Fyrra Korintbrævið

Nú er at siga, at tað er longu skeivt hjá tykkum, at tit hava sakir hvør við annan. Hví líða tit ikki fyrr órætt! Hví tola tit ikki fyrr skaða!

3
Fyrra Korintbrævið 6:8 Fyrra Korintbrævið

Men nú gera tit órætt og skaða, og tað brøðrum!

3
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,

3
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið

hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!

3
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið

Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.

3
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið

Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!

3