Mayakalendari
73 versir um "Mayakalendari"
Versir
Síða 2 av 2Dániel 9:9 Dániel
Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum;
Dániel 9:10 Dániel
og vit lurtaðu ikki eftir HARRANUM Gudi okkara og gjørdu ikki eftir lógum Hansara, sum Hann við tænarum Sínum profetunum legði fyri okkum.
Dániel 9:11 Dániel
Nei, alt Ísrael breyt lóg Tína og fall frá og lurtaði ikki eftir Tær. Tí varð tað úthelt yvir okkum, bannið, ið Hann hevði svorið at senda, og sum skrivað stendur í lóg Mósesar, tænara Guds – tí vit syndaðu móti Honum.
Dániel 9:12 Dániel
Og Hann helt orðini, ið Hann hevði talað móti okkum og móti dómarum okkara, sum dømdu okkum; Hann læt so svára vanlukku koma yvir okkum, at slíkt hevur ikki hent undir øllum himli, slíkt sum tað, ið hent hevur í Jerusalem.
Dániel 9:13 Dániel
Eftir tí, sum skrivað stendur í Móselóg, kom øll henda vanlukka yvir okkum; men vit royndu ikki at blíðka HARRAN Gud okkara, vendu ikki við frá misgerðum okkara og aktaðu ikki eftir sannleika Tínum.
Dániel 9:14 Dániel
Tí vakti HARRIN yvir vanlukkuni og læt hana koma yvir okkum; tí HARRIN Gud okkara er rættvísur í øllum, sum Hann ger, og vit lurtaðu ikki eftir Honum.
Dániel 9:15 Dániel
Og nú, Harri Gud okkara, Tú, sum við sterkari hond leiddi fólk Títt út av Egyptalandi og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag – vit hava syndað, vit hava verið ógudilig!
Dániel 9:16 Dániel
Harri! Lat tó – fyri allar rættvísigerðir Tínar – vreiði og bræði Tína vendast burtur frá Jerusalem, staði Tínum, heilaga fjalli Tínum! Tí aftur fyri syndir okkara og misgerðir fedra okkara er Jerusalem og fólk Títt vorðið øllum teimum til spott, sum rundan um okkum búgva.
Dániel 9:17 Dániel
Hoyr nú, Gud okkara, bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara, og lat ásjón Tína lýsa yvir oydda halgidóm Tín – fyri Tína egnu skuld, Harri!
Dániel 9:18 Dániel
Gud mín! Vend oyra Tínum higar og hoyr! Lat upp eygu Tíni og síggj oyðingina, ið yvir okkum hevur gingið – hygg staðurin, ið kallaður er við navni Tínum! Tí ikki á rættvísigerðir okkara grunda vit eyðmjúku bønir okkara, sum vit bera fram fyri ásjón Tína – nei, á stóru miskunn Tína.
Dániel 9:19 Dániel
Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, akta eftir og ger tað, drála ikki – fyri Tína egnu skuld, Gud mín! Tí staður Tín og fólk Títt eru kallað við navni Tínum.“
Dániel 9:20 Dániel
Meðan eg enn talaði og bað og játtaði synd mína og synd Ísraels, fólks míns, og bar fram fyri ásjón HARRANS Guds míns bøn mína fyri heilaga fjalli Guds míns
Dániel 9:21 Dániel
– meðan eg enn talaði í bønini, kom Gabriel, hin maðurin, sum eg áður hevði sæð í sjónini – ta ferðina eg so heilt misti allan mátt – hann kom og nam við meg – tað var, táið kvøldofrið verður borið fram.
Dániel 9:22 Dániel
Hann lærdi meg og tosaði við meg og segði: „Dániel! Nú eri eg komin higar at læra teg at skilja.
Dániel 9:23 Dániel
Við tað sama sum tú byrjaði at bera fram eyðmjúku bønir tínar, gekk út orð, og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí tú ert stórliga elskaður. Gev tí nú orðinum gætur og akta eftir sjónini!
Dániel 9:24 Dániel
70 vikur* eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta.
Dániel 9:25 Dániel
Og tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerusalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður,* ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur; tað skal verða reist aftur og bygt upp við torgum og gøtum, men á trongdartíðum.
Dániel 9:26 Dániel
Men táið tær 62 vikurnar eru umlidnar, skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava; og staðurin og halgidómurin skulu verða lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur; endin á tí er revsidómsflóð, og líka til endan er ófriður; oyðing er óvikiliga avgjørd.
Dániel 9:27 Dániel
Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.“
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Matteus 24:30 Matteus
Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
Matteus 24:31 Matteus
Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.