maður / menniskja

11 versir um "maður / menniskja"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók

So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“

5
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók

So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.

3
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.

2
Job 4:17 Job

„Er menniskja rættvíst fyri Gudi! Er maður reinur fyri skapara sínum!

2
Sálmarnir 8:6 Sálmarnir

Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiðuri og dýrd krýndi Tú tað;

2
Sálmarnir 8:7 Sálmarnir

Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur,

2
Sálmarnir 8:8 Sálmarnir

smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini,

2
Orðtøkini 20:27 Orðtøkini

Andi menniskjans er lampa HARRANS, sum rannsakar øll kømur í hjarta hansara.

2
Esaias 43:7 Esaias

hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!“

2
Hebrearabrævið 2:7 Hebrearabrævið

Stutta tíð lætst Tú Hann vera lægri enn einglarnar; so krýndi Tú Hann við dýrd og heiðuri;

2
Jákupsbrævið 2:26 Jákupsbrævið

– Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.

2