Matteus
35 versir um "Matteus"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 9:9 Matteus
Táið Jesus haðani fór longur, sá Hann mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina. Hann segði við hann: „Fylg Mær!“ Og hann reistist og fylgdi Honum.
Markus 2:14 Markus
Hann kom tá framvið og sá Levi, son Alfeus, sita við tollbúðina; og Hann segði við hann: „Fylg Mær!“ Tá reistist hann og fylgdi Honum.
Lukas 5:27 Lukas
Síðani fór Hann út. Hann fekk tá at síggja tollara, ið æt Levi, sita við tollbúðina, og Hann segði við hann: „Fylg Mær!“
Lukas 5:28 Lukas
Tá fór hann frá øllum og reistist og fylgdi Honum.
Lukas 5:29 Lukas
Levi gjørdi nú stóra veitslu fyri Honum heima hjá sær; og har var stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs við Honum.
Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Matteus 7:3 Matteus
Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?
Matteus 7:4 Matteus
Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!
Matteus 7:5 Matteus
Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!
Matteus 7:6 Matteus
Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Matteus 7:8 Matteus
Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
Matteus 7:9 Matteus
Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð,
Matteus 7:10 Matteus
ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!
Matteus 7:11 Matteus
Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Matteus 7:13 Matteus
Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;
Matteus 7:14 Matteus
og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.
Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Matteus 7:16 Matteus
Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!
Matteus 7:17 Matteus
Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.
Matteus 7:18 Matteus
Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.
Matteus 7:19 Matteus
Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.
Matteus 7:20 Matteus
Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Matteus 7:24 Matteus
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
Matteus 7:25 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.
Matteus 7:26 Matteus
Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
Matteus 7:27 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“
Matteus 7:28 Matteus
Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;
Matteus 7:29 Matteus
tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.
Matteus 17:20 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinnopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.