matporsjónir
9 versir um "matporsjónir"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 9:24 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!
Fyrra Korintbrævið 9:25 Fyrra Korintbrævið
Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.
Fyrra Korintbrævið 9:26 Fyrra Korintbrævið
Eg renni tí ikki eins og upp á óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina;
Fyrra Korintbrævið 9:27 Fyrra Korintbrævið
nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.