maskur

29 versir um "maskur"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 26:24 Orðtøkini

Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik.

8
Orðtøkini 26:25 Orðtøkini

Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!

8
Orðtøkini 26:26 Orðtøkini

Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.

8
Orðtøkini 26:27 Orðtøkini

Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.

8
Orðtøkini 26:28 Orðtøkini

Lygitungan hatar tann, ið hon hevur sorað sundur, og falskur muður voldir fall.

8
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

6
Job 24:13 Job

Aðrir eru fíggindar ljósins; teir kenna ikki vegir ljósins og halda seg ikki á leiðum tess.

5
Job 24:14 Job

Fyri lýsing fer manndráparin upp, drepur hin arma og fátæka, og um náttina sníkir tjóvurin seg um.

5
Job 24:15 Job

Horkallurin hyggur eftir skýmingini; hann hugsar: „Einki eyga sær meg!“ og hevur fyri andlitinum til at fjala tað.

5
Job 24:16 Job

Í myrkrinum bróta teir inn í húsini; men um dagin steingja teir seg inni, ljósinum vilja teir ikki vita av.

5
Job 24:17 Job

Tí náttarmyrkrið er teimum øllum morgun; teir eru kunnigir við ræðslur myrkursins,

5
Matteus 7:15 Matteus

Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!

5
Lukas 12:2 Lukas

Einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt.

5
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

4
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók

Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“

3
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

3
Fyrra Pætursbrævið 5:10 Fyrra Pætursbrævið

Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

3
Onnur Mósebók 34:33 Onnur Mósebók

Men táið Móses var liðugur at tala við tey, bant hann fyri andlit sítt.

2
Orðtøkini 23:7 Orðtøkini

Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; „et og drekk!“ sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær.

2
Lukas 12:1 Lukas

Táið nú fólkið hevði savnað seg í túsundtali, so hvørt traðkaði oman á øðrum, tók Hann til orða og segði við lærisveinar Sínar: „Varðið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl!

2
Lukas 12:3 Lukas

Alt, sum tit hava sagt í myrkrinum, skal tí hoyrast í ljósinum, og tað, sum tit hava lýtt í oyrað í kømurunum, skal verða prædikað á tøkunum.

2
Jóhannes 17:17 Jóhannes

Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.

2
Seinna Korintbrævið 3:18 Seinna Korintbrævið

Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.

2
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið

Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.

2
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið

Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;

2
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið

tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.

2
Seinna Tessalonikabrævið 3:6 Seinna Tessalonikabrævið

Men tað boð geva vit tykkum, brøður, í navni Harra okkara Jesu Krists, at tit skulu halda tykkum burtur frá hvørjum bróður, sum livir óregluliga og ikki eftir lærdóminum, ið hann fekk frá okkum.

2
Seinna Pætursbrævið 1:20 Seinna Pætursbrævið

Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.

2