Maria úr Betaniu

85 versir um "Maria úr Betaniu"

Versir

Síða 1 av 2
Lukas 10:38 Lukas

Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum.

12
Lukas 10:39 Lukas

Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði.

12
Lukas 10:40 Lukas

Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“

12
Lukas 10:41 Lukas

Men Harrin svaraði henni: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum;

12
Lukas 10:42 Lukas

men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“

12
Jóhannes 12:1 Jóhannes

Seks dagar fyri páskir kom Jesus tá til Betania, har Lazarus búði, hann, sum Jesus hevði reist upp frá hinum deyðu.

9
Jóhannes 12:2 Jóhannes

Har varð gjørd kvøldmáltíð fyri Honum, og Marta kokkaðist; men Lazarus var ein teirra, sum sótu til borðs saman við Honum.

9
Jóhannes 12:3 Jóhannes

Tá tók Maria pund av óblandaðari nardussalvu, ógvuliga dýrari, salvaði føtur Jesusar og turkaði føtur Hansara við hári sínum; húsið fyltist av góða anga salvunnar.

9
Jóhannes 12:4 Jóhannes

Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot – hann, sum seinni sveik Hann:

9
Jóhannes 12:5 Jóhannes

„Hví varð henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum!“

9
Jóhannes 12:6 Jóhannes

Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt.

9
Jóhannes 12:7 Jóhannes

Tá segði Jesus: „Lat hana vera! Hon hevur goymt hana til tann dag, jarðarferð Mín skal vera.

9
Jóhannes 12:8 Jóhannes

Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð.“

9
Jóhannes 11:1 Jóhannes

Maður lá sjúkur, Lazarus úr Betania, bygdini, sum Maria og systir hennara, Marta, búðu í.

6
Jóhannes 11:2 Jóhannes

Tað var Maria, sum salvaði Harran við salvu og turkaði føtur Hansara við hári sínum; bróðir hennara, Lazarus, lá sjúkur.

6
Jóhannes 11:3 Jóhannes

Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: „Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.“

6
Jóhannes 11:4 Jóhannes

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann: „Henda sjúka er ikki til deyða, men Gudi til dýrd – at Sonur Guds skal verða dýrmætur við henni.“

6
Jóhannes 11:5 Jóhannes

– Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus.

6
Jóhannes 11:6 Jóhannes

Táið Hann nú hoyrdi, at hann var sjúkur, varð Hann verandi, har sum Hann var, tveir dagar enn.

6
Jóhannes 11:7 Jóhannes

Tá fyrsta segði Hann við lærisveinarnar: „Latið okkum fara aftur til Judea!“

6
Jóhannes 11:8 Jóhannes

Lærisveinarnir søgdu við Hann: „Rabbi! Tað er stutt síðani, at Jødarnir ætlaðu at steina Teg, og Tú fert aftur hagar!“

6
Jóhannes 11:9 Jóhannes

Jesus svaraði: „Hevur ikki dagurin tólv tímar? Tann, sum gongur á degi, snávar ikki; tí hann sær ljósið í hesum heimi.

6
Jóhannes 11:10 Jóhannes

Men tann, sum gongur á nátt, snávar; tí ljósið er ikki í honum.“

6
Jóhannes 11:11 Jóhannes

– Hetta talaði Hann; og so segði Hann við teir: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.“

6
Jóhannes 11:12 Jóhannes

Tá søgdu lærisveinarnir við Hann: „Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!“

6
Jóhannes 11:13 Jóhannes

– Jesus hevði talað um deyða hansara, men teir hildu Hann tala um vanligan svøvn.

6
Jóhannes 11:14 Jóhannes

Jesus segði teimum tí, sum var: „Lazarus er deyður.

6
Jóhannes 11:15 Jóhannes

Og fyri tykkara skuld eri Eg glaður, at Eg var ikki har, fyri at tit skulu trúgva. – Men latið okkum fara til hansara!“

6
Jóhannes 11:16 Jóhannes

Tummas – sum kallaðist Tvíburi – segði tá við hinar lærisveinarnar: „Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!“

6
Jóhannes 11:17 Jóhannes

Táið Jesus nú kom, fekk Hann at vita, at hann hevði longu ligið fýra dagar í grøvini.

6
Jóhannes 11:18 Jóhannes

Nú var Betania nær við Jerusalem; einar fimtan stadiur vóru ímillum.

6
Jóhannes 11:19 Jóhannes

Og nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra.

6
Jóhannes 11:20 Jóhannes

Táið nú Marta fekk at hoyra, at Jesus kom, fór hon ímóti Honum, men Maria varð sitandi heima við hús.

6
Jóhannes 11:21 Jóhannes

Marta segði við Jesus: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!

6
Jóhannes 11:22 Jóhannes

Men eisini nú veit eg, at hvat Tú so biður Gud um, gevur Gud Tær.“

6
Jóhannes 11:23 Jóhannes

Jesus segði við hana: „Bróðir tín skal rísa upp aftur!“

6
Jóhannes 11:24 Jóhannes

Marta svaraði Honum: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“

6
Jóhannes 11:25 Jóhannes

Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.

6
Jóhannes 11:26 Jóhannes

Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?“

6
Jóhannes 11:27 Jóhannes

Hon svaraði Honum: „Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!“

6
Jóhannes 11:28 Jóhannes

Táið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað, rópti loyniliga systur sína, Mariu, og segði: „Meistarin er her og vil finna teg!“

6
Jóhannes 11:29 Jóhannes

Táið hon hoyrdi hetta, reistist hon skundisliga og fór til Hansara.

6
Jóhannes 11:30 Jóhannes

Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men var staddur, har sum Marta hevði møtt Honum.

6
Jóhannes 11:31 Jóhannes

Táið nú Jødarnir, sum vóru heima hjá henni og troystaðu hana, sóu, at Maria skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á henni, við tað at teir hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har.

6
Jóhannes 11:32 Jóhannes

Táið nú Maria kom, hagar sum Jesus var, og sá Hann, fall hon niður fyri føtur Hansara og segði við Hann: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“

6
Jóhannes 11:33 Jóhannes

Táið Jesus nú sá hana gráta og sá Jødarnar, ið við henni vóru komnir, gráta, suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og segði:

6
Jóhannes 11:34 Jóhannes

„Hvar hava tit lagt hann?“ Tey svaraðu Honum: „Harri, kom og síggj!“

6
Jóhannes 11:35 Jóhannes

Jesus græt.

6
Jóhannes 11:36 Jóhannes

Tá søgdu Jødarnir: „Hygg, hvussu Hann elskaði hann!“

6
Jóhannes 11:37 Jóhannes

Men summir av teimum søgdu: „Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!“

6