Maria Magdalena
90 versir um "Maria Magdalena"
Versir
Síða 2 av 2Lukas 8:18 Lukas
Síggið tí til, hvussu tit hoyra! Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið, og tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava.“
Lukas 8:19 Lukas
Móðir og brøður Hansara komu nú til Hansara, og tey sluppu ikki fram til Hansara fyri fólkinum.
Lukas 8:20 Lukas
Boð vórðu tá send til Hansara: „Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja hitta Teg.“
Lukas 8:21 Lukas
Men Hann svaraði teimum: „Móðir Mín og brøður Mínir eru hesi, sum hoyra orð Guds og gera eftir tí.“
Lukas 8:22 Lukas
Ein dag fór Hann í bát við lærisveinum Sínum, og Hann segði við teir: „Latið okkum fara yvir um vatnið!“ Teir løgdu tá avstað.
Lukas 8:23 Lukas
Men meðan teir sigldu, sovnaði Hann. Stormur streyk nú oman yvir vatnið, báturin fyltist, og teir vóru í vanda.
Lukas 8:24 Lukas
Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: „Meistari, meistari, vit ganga burtur!“ Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð.
Lukas 8:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Hvar er trúgv tykkara!“ Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?“
Lukas 8:26 Lukas
Teir hildu nú til lands, har sum Gadarenar búðu, beint yvir av Galilea.
Lukas 8:27 Lukas
Táið Hann steig á land, møtti Honum maður úr býnum, sum í langar tíðir hevði verið settur av illum andum og ikki verið í klæðum og ikki havt tilhald í húsum, men í grøvunum.
Lukas 8:28 Lukas
Táið hann sá Jesus, skar hann í róp, fall niður fyri Honum og rópti: „Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins Hægsta Guds! Eg biði Teg um, at Tú pínir meg ikki.“
Lukas 8:29 Lukas
Tí Hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Mangan hevði hann gripið hann; og hann varð bundin við leinkjum og fótjørnum, og vakt varð hildin yvir honum; men hann sleit sundur tað, sum hann varð bundin við, og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimarkirnar.
Lukas 8:30 Lukas
Jesus spurdi hann nú: „Hvussu eitur tú?“ Hann svaraði: „Legión“ – tí nógvir illir andar vóru farnir í hann.
Lukas 8:31 Lukas
Og teir bóðu Hann um ikki at siga við teir, at teir skuldu fara niður í avgrundina.
Lukas 8:32 Lukas
Nú var har stórt svínafylgi, sum lá og át á fjallinum; teir bóðu Hann tá loyva sær at fara í svínini, og Hann gav teimum loyvi til tað.
Lukas 8:33 Lukas
Tá fóru hinir illu andarnir út úr manninum og í svínini, og fylgið stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði.
Lukas 8:34 Lukas
Men táið hirðarnir sóu tað, sum hent hevði, flýddu teir og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum.
Lukas 8:35 Lukas
Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey.
Lukas 8:36 Lukas
Teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum nú frá, hvussu hann, ið settur hevði verið av illum andum, var hjálpin.
Lukas 8:37 Lukas
Alt fólkið á teimum leiðum har hjá Gadarenum bað Hann tá um at fara burt frá sær; tí stór ræðsla var á teimum. So fór Hann í bátin og fór avstað aftur.
Lukas 8:38 Lukas
Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði:
Lukas 8:39 Lukas
„Far heimaftur til tín sjálvs og sig frá stórverkunum, ið Gud hevur gjørt fyri teg!“ Tá fór hann avstað og kunngjørdi um allan býin stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann.
Lukas 8:40 Lukas
Táið Jesus nú kom aftur, tók fólkið ímóti Honum, tí øll bíðaðu eftir Honum.
Lukas 8:41 Lukas
Tá kom har maður, ið æt Jairus, og sum var fyristøðumaður fyri sýnagoguni; hann fall niður fyri fótum Jesusar og bað Hann koma inn hjá sær;
Lukas 8:42 Lukas
tí einkadóttir hansara – hon var um tólv ár – lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, trokaðist fólkið um Hann.
Lukas 8:43 Lukas
Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum,
Lukas 8:44 Lukas
kom aftanífrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara.
Lukas 8:45 Lukas
Tá spurdi Jesus: „Hvør var tað, sum nam við Meg?“ Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: „Meistari, fólkið trokar og treingir Teg jú!“
Lukas 8:46 Lukas
Men Jesus segði: „Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.“
Lukas 8:47 Lukas
Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.
Lukas 8:48 Lukas
Tá segði Hann við hana: „Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“
Lukas 8:49 Lukas
Meðan Hann enn talaði, kom ein heiman frá sýnagogustjóranum og segði við hann: „Dóttir tín er deyð; ómaka ikki Meistaran!“
Lukas 8:50 Lukas
Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: „Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!“
Lukas 8:51 Lukas
Táið Hann so kom til húsið, loyvdi Hann ongum at koma inn við Sær uttan Pæturi, Jóhannesi og Jákupi og faðir og móður gentuna.
Lukas 8:52 Lukas
Tey grótu øll har og venaðu seg uppi yvir henni; men Hann segði: „Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur.“
Lukas 8:53 Lukas
Tá læðu tey at Honum; tey vistu jú, at hon var deyð.
Lukas 8:54 Lukas
Men Hann tók í hond hennara og rópti: „Genta, reis teg upp!“
Lukas 8:55 Lukas
Tá kom andi hennara aftur, og hon reistist upp alt fyri eitt; og Hann beyð, at tey skuldu geva henni at eta.
Lukas 8:56 Lukas
Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði.
Jóhannes 20:2 Jóhannes
Tá leyp hon avstað og kom til Símun Pætur og hin lærisveinin, hann, sum Jesus elskaði, og segði við teir: „Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt Hann!“