mannakloning
73 versir um "mannakloning"
Versir
Síða 2 av 2Jóhannes 1:41 Jóhannes
Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur.
Jóhannes 1:42 Jóhannes
Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: „Vit hava funnið Messias“ (tað er útlagt: Kristus).
Jóhannes 1:43 Jóhannes
Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi upp á hann og segði: „Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas“ (tað er útlagt: Petrus).
Jóhannes 1:44 Jóhannes
Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: „Fylg Mær!“
Jóhannes 1:45 Jóhannes
Filip var úr Betsaida, býnum, sum Andrias og Pætur vóru úr.
Jóhannes 1:46 Jóhannes
Filip hitti Natanael og segði við hann: „Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!“
Jóhannes 1:47 Jóhannes
Natanael segði við hann: „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ Filip svaraði honum: „Kom og síggj!“
Jóhannes 1:48 Jóhannes
Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!“
Jóhannes 1:49 Jóhannes
Natanael spurdi Hann: „Hvaðani kennir Tú meg?“ Jesus svaraði honum: „Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg – meðan tú vart undir fikutrænum.“
Jóhannes 1:50 Jóhannes
Natanael svaraði Honum: „Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“
Jóhannes 1:51 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“
Jóhannes 3:4 Jóhannes
Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“
Jóhannes 3:6 Jóhannes
Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fimta Mósebók 4:23 Fimta Mósebók
Varðið tykkum tí, so tit gloyma ikki sáttmála HARRANS Guds tykkara, sum Hann hevur gjørt við tykkum, og gera tykkum skurðmynd av onkrum slagi! Tí tað hevur HARRIN Gud tín forboðið tær!
Fimta Mósebók 4:24 Fimta Mósebók
HARRIN Gud tín er oyðandi eldur, álvarsamur Gud.
Fimta Mósebók 4:25 Fimta Mósebók
Táið tú fært børn og barnabørn, og tit verða gomul í landinum, og tit tá spilla tykkum so, at tit gera tykkum skurðmyndir av onkrum slagi og soleiðis gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS Guds tykkara, og eggja Hann til vreiði,
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Efesusbrævið 2:11 Efesusbrævið
Minnist tí, at tit áður – tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini
Efesusbrævið 2:12 Efesusbrævið
– minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum!
Efesusbrævið 2:13 Efesusbrævið
Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar.
Efesusbrævið 2:14 Efesusbrævið
Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin,
Efesusbrævið 2:15 Efesusbrævið
táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið,