manna

51 versir um "manna"

Versir

Síða 1 av 2
Onnur Mósebók 16:35 Onnur Mósebók

Í 40 ár ótu Ísraelsmenn manna – inntil teir komu í bygt land; teir ótu manna, líka til teir komu til mark Kána’anslands.

9
Onnur Mósebók 16:1 Onnur Mósebók

Síðani fóru tey avstað úr Elim, og tann fimtanda í øðrum mánaði eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi, kom øll samkoma Ísraelsmanna til oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai.

8
Onnur Mósebók 16:2 Onnur Mósebók

Men øll samkoma Ísraelsmanna knarraði inn á Móses og Áron í oyðimørkini;

8
Onnur Mósebók 16:3 Onnur Mósebók

Ísraelsmenn søgdu við teir: „Høvdu vit bert doyð fyri hond HARRANS í Egyptalandi, har sum vit sótu við kjøtpottarnar og fingu etið okkum mett av breyði! Tit eru farnir út í hesa oyðimørk við okkum at lata alt hetta nógva fólk doyggja í hungri!“

8
Onnur Mósebók 16:4 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Eg skal lata breyð av himli regna niður til tykkara, og fólkið skal hvønn dag fara út og sanka so mikið, sum teimum dagliga tørvar; soleiðis skal Eg royna tey, um tey vilja fylgja lóg Míni ella ikki.

8
Onnur Mósebók 16:5 Onnur Mósebók

Og táið tey tann sætta dagin gera til tað, ið tey hava havt til hús við sær, skal tað vera dupult so mikið, sum tey sanka hinar dagarnar.“

8
Onnur Mósebók 16:6 Onnur Mósebók

Móses og Áron søgdu so við allar Ísraelsmenn: „Í kvøld skulu tit sanna, at tað er HARRIN, sum hevur ført tykkum út av Egyptalandi;

8
Onnur Mósebók 16:7 Onnur Mósebók

og í morgin skulu tit fáa dýrd HARRANS at síggja; tí Hann hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á HARRAN; hvat eru vit, at tit knarra inn á okkum!“

8
Onnur Mósebók 16:8 Onnur Mósebók

Og Móses legði aftrat: „Tit skulu fáa tað at síggja, táið HARRIN í kvøld gevur tykkum kjøt at eta og í morgin breyð, so tit verða mett; tí HARRIN hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á Hann. Hvat eru vit! Tað er ikki inn á okkum, tit knarra, tað er inn á HARRAN!“

8
Onnur Mósebók 16:9 Onnur Mósebók

Móses segði nú við Áron: „Sig við alla samkomu Ísraelsmanna: „Stígið fram fyri ásjón HARRANS, tí Hann hevur hoyrt, hvussu tit knarra!““

8
Onnur Mósebók 16:10 Onnur Mósebók

Táið so Áron segði tað við alla samkomu Ísraelsmanna, vendu tey sær móti oyðimørkini, og tá opinberaðist dýrd HARRANS í skýnum.

8
Onnur Mósebók 16:11 Onnur Mósebók

Tá talaði HARRIN við Móses og segði:

8
Onnur Mósebók 16:12 Onnur Mósebók

„Eg havi hoyrt, hvussu Ísraelsmenn knarra. Sig við teir: „Um sólsetur skulu tit fáa kjøt at eta, og í morgin skulu tit fáa breyð at metta tykkum við; so skulu tit sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara!““

8
Onnur Mósebók 16:13 Onnur Mósebók

Um kvøldið komu lynghøsn og duttu í tjúkkum lagi niður yvir tilhaldið, og morgunin eftir var nógv døgg rundan um tilhaldið.

8
Onnur Mósebók 16:14 Onnur Mósebók

Og táið avsett var, lá yvir oyðimørkini nakað fínt, líkasum korn, nakað fínt, sum líktist rími á jørðini.

8
Onnur Mósebók 16:15 Onnur Mósebók

Táið Ísraelsmenn sóu tað, spurdu teir hvør annan: „Hvat er hatta?“ – Teir vistu ikki, hvat tað var. Men Móses segði við teir: „Hatta er breyðið, ið HARRIN hevur givið tykkum til føði.

8
Onnur Mósebók 16:16 Onnur Mósebók

Og hetta er boð HARRANS: Tit skulu sanka av tí, hvør so mikið sum honum tørvar, ein omer til mans eftir talinum á húsfólki tykkara; ein og hvør skal taka til teirra, sum í tjaldi hansara eru.“

8
Onnur Mósebók 16:17 Onnur Mósebók

Hetta gjørdu nú Ísraelsmenn; teir sankaðu, summir meiri, og summir minni.

8
Onnur Mósebók 16:18 Onnur Mósebók

Og táið teir máldu tað í omermálinum, hevði tann, ið nógv hevði sankað, einki til avlops, og tann, ið lítið hevði sankað, hevði ikki ov lítið; ein og hvør hevði sankað so mikið, sum honum tørvaði.

8
Onnur Mósebók 16:19 Onnur Mósebók

So segði Móses við teir: „Eingin má goyma nakað av tí til í morgin!“

8
Onnur Mósebók 16:20 Onnur Mósebók

Teir aktaðu tó ikki Móses; nei, summir goymdu nakað av tí til morgunin eftir; tá var tað fult av maðki og stinkaði, og Móses varð illur við teir.

8
Onnur Mósebók 16:21 Onnur Mósebók

Soleiðis sankaðu teir nú hvønn morgun, hvør so mikið sum honum tørvaði. Men táið sólin brendi heit, bráðnaði tað.

8
Onnur Mósebók 16:22 Onnur Mósebók

Sætta dagin sankaðu teir dupult so mikið breyð, tveir omerar til mans. Og allir høvdingar samkomunnar komu og søgdu Mósesi tað.

8
Onnur Mósebók 16:23 Onnur Mósebók

Men hann segði við teir: „Hetta er júst, sum HARRIN hevur sagt. Í morgin er hvíludagur, heilagur sabbatur fyri HARRANUM; bakið nú tað, ið tit ætla at baka, og kókið tað, ið tit ætla at kóka! Og alt tað, ið av loypur, skulu tit hava eftir og goyma til í morgin.“

8
Onnur Mósebók 16:24 Onnur Mósebók

Teir lótu tað tá liggja til dagin eftir, soleiðis sum Móses hevði sagt við teir; men nú fór tað ikki at stinka, og ikki kom maðkur í tað.

8
Onnur Mósebók 16:25 Onnur Mósebók

Tá segði Móses: „Etið hetta í dag! Tí í dag er sabbatur fyri HARRANUM; í dag finna tit einki á markini.

8
Onnur Mósebók 16:26 Onnur Mósebók

Seks dagar skulu tit savna av tí; men sjeynda dagin, sabbatin, verður einki at finna av tí.“

8
Onnur Mósebók 16:27 Onnur Mósebók

Kortini fóru nakrir av fólkinum út at sanka saman sjeynda dagin; men teir funnu einki.

8
Onnur Mósebók 16:28 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Hvussu leingi ætla tit at seta tykkum ímóti at halda boð Míni og lógir Mínar!

8
Onnur Mósebók 16:29 Onnur Mósebók

Hugsið tó um, at HARRIN hevur givið tykkum sabbatin! Tí gevur Hann tykkum sætta dagin breyð fyri tveir dagar. Ein og hvør av tykkum skal verða, har sum hann er, eingin má fara frá húsum sjeynda dagin!“

8
Onnur Mósebók 16:30 Onnur Mósebók

– So hvíldi fólkið sjeynda dagin.

8
Onnur Mósebók 16:31 Onnur Mósebók

Ísraelsmenn róptu tað manna; tað líktist korianderfræi, var hvítt og smakkaði sum hunangskøka.

8
Onnur Mósebók 16:32 Onnur Mósebók

Framvegis segði Móses: „Hetta er boð HARRANS: Fyllið ein omer av tí og goymið hann til eftirkomarar tykkara, so teir kunnu síggja breyðið, ið Eg gav tykkum at eta í oyðimørkini, táið Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi!“

8
Onnur Mósebók 16:33 Onnur Mósebók

So segði Móses við Áron: „Tak eina krukku, lat ein omer av manna í hana og set hana framman fyri ásjón HARRANS at verða goymda til eftirkomarar tykkara!“

8
Onnur Mósebók 16:34 Onnur Mósebók

Áron gjørdi, sum HARRIN hevði álagt Mósesi; hann setti hana framman fyri vitnisburðin at verða goymda.

8
Onnur Mósebók 16:36 Onnur Mósebók

– Ein omer er tíggjundaparturin av eini efu.

8
Fimta Mósebók 8:3 Fimta Mósebók

Ja, Hann eyðmýkti teg og læt teg svølta, og Hann gav tær manna at eta, føði, sum hvørki tú ella fedrar tínir kendu – so tú skuldi vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men at menniskjað livir av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS.

8
Opinberingin 2:17 Opinberingin

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn – skrivað á steinin – sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.“

4
Fjórða Mósebók 11:7 Fjórða Mósebók

Mannað líktist korianderfræi og sá út sum bdellium.

3
Jóhannes 6:58 Jóhannes

Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.“

3
Fjórða Mósebók 11:8 Fjórða Mósebók

Fólkið gekk um og sankaði tað; síðani mólu tey tað á kvørn ella stoyttu tað í mortara, kókaðu tað so í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði tá sum oljukøka.

2
Nehemias 9:20 Nehemias

Tú gavst teimum góða Anda Tín at læra tey; Tú sýtti ikki munni teirra manna Títt, og Tú gavst teimum vatn, táið tey tystu.

2
Sálmarnir 78:23 Sálmarnir

Og Hann gav skýggjunum í erva boð og læt upp portur himmalsins,

2
Sálmarnir 78:24 Sálmarnir

læt manna regna niður yvir tey til føði, gav teimum himmalkorn;

2
Sálmarnir 78:25 Sálmarnir

menniskju fingu einglabreyð at eta, Hann sendi teimum mat at metta seg við.

2
Jóhannes 6:31 Jóhannes

Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini – sum skrivað er: „Hann gav teimum breyð av Himli at eta.““

2
Jóhannes 6:48 Jóhannes

Eg eri breyð lívsins.

2
Jóhannes 6:49 Jóhannes

Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini – og doyðu.

2
Jóhannes 6:50 Jóhannes

Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja.

2
Jóhannes 6:51 Jóhannes

Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“

2