máni
10 versir um "máni"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Fyrsta Mósebók 1:16 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Fyrsta Mósebók 37:9 Fyrsta Mósebók
Men hann hevði uppaftur ein dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá; hann segði: „Eg havi aftur havt ein dreym: Tað var mær, sum sólin, mánin og ellivu stjørnur nigu fyri mær.“
Fimta Mósebók 4:19 Fimta Mósebók
Táið tú lyftir eygum tínum móti himli og sært sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himmalsins, varða teg tá, at tú letur teg ikki dára, so tú tilbiður og dýrkar tey – tey, ið HARRIN Gud tín hevur givið øllum tjóðum undir øllum himlinum!
Sálmarnir 8:3 Sálmarnir
Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.
Sálmarnir 81:3 Sálmarnir
Byrjið song, og latið trummuna ljóða, hin vakra sitaran saman við hørpuni!
Sálmarnir 89:37 Sálmarnir
Avkom hansara skal verða verandi í allar ævir, og hásæti hansara sum sólin fyri ásjón Míni;
Sálmarnir 104:19 Sálmarnir
Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður.
Ápostlasøgan 2:20 Ápostlasøgan
Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.
Opinberingin 6:12 Opinberingin
Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð.