mangul á trúgv
15 versir um "mangul á trúgv"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Matteus 17:20 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinnopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.
Matteus 14:31 Matteus
Alt fyri eitt rætti Jesus út hondina og tók í hann, og Hann segði við hann: „Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?“
Markus 4:40 Markus
So segði Hann við teir: „Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?“
Markus 9:24 Markus
Við tað sama rópti faðir barnsins: „Eg trúgvi – hjálp vantrúgv míni!“
Lukas 12:28 Lukas
Klæðir Gud nú so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, hvussu mikið meiri tá ikki tykkum, tit trúarveiku!
Rómverjabrævið 14:23 Rómverjabrævið
Men tann, ið ivast – etur hann, er hann dómfeldur, tí hann gjørdi tað ikki av trúgv. Alt, ið ikki er av trúgv, er synd.
Matteus 8:26 Matteus
Hann segði við teir: „Hví eru tit ræddir, tit trúarveiku!“ So reistist Hann og hótti vind og aldur, og blikalogn varð.
Matteus 6:30 Matteus
Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!
Matteus 21:21 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ skal so verða.
Lukas 8:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Hvar er trúgv tykkara!“ Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?“
Rómverjabrævið 10:10 Rómverjabrævið
Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið
Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Jákupsbrævið 1:6 Jákupsbrævið
Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum.