mandlur
35 versir um "mandlur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 25:33 Onnur Mósebók
Á fyrsta armi skulu vera trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis skal vera á øllum seks ørmunum, ið ganga út úr ljósastakanum.
Onnur Mósebók 25:34 Onnur Mósebók
Men á ljósastakanum sjálvum skulu vera fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum.
Fjórða Mósebók 17:8 Fjórða Mósebók
Táið Móses nú dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, fekk hann at síggja, at stavur Árons – stavurin fyri hús Levi – hevði fingið bløð; hann hevði bæði fingið knappar og var farin at blóma og bar stadnar mandlur.
Prædikarin 12:1 Prædikarin
Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma, og árini nærkast, sum tú fert at siga um: „Tey líkar mær ikki!“
Prædikarin 12:2 Prædikarin
– áðrenn sól og ljós og máni og stjørnur verða fjald í myrkri, og skýggini koma aftur eftir regnið,
Prædikarin 12:3 Prædikarin
táið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, táið tær, ið á kvørnini mala, gevast, tí tær eru ov fáar, og myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja,
Prædikarin 12:4 Prædikarin
táið báðar útdyrnar verða læstar, og ljóðið frá kvørnini minkar, so tað ljóðar ikki harðari, enn spurvur letur, og allar tær, ið syngja, verða lágmæltar,
Prædikarin 12:5 Prædikarin
táið ein stúrir fyri hvørji brekku, og ræðslur lúra á vegnum, táið mandlutræið blómar, táið grashoppan ekur seg avstað, og kapersberið missir kraftina – nú ið menniskjað fer avstað til æviga bústað sín, og hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða –
Prædikarin 12:6 Prædikarin
áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, áðrenn krukkan sorast sundur við kelduna, og hjólið fer í sor og dettur niður í brunnin
Prædikarin 12:7 Prædikarin
– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!
Prædikarin 12:8 Prædikarin
– Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, alt er fáfongd!
Prædikarin 12:9 Prædikarin
Annars er at siga, at prædikarin var vísmaður; hann lærdi eisini fólkið kunnskap; hann granskaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk.
Prædikarin 12:10 Prædikarin
Prædikarin royndi at finna fyrndarorð, og rætt er tað, ið skrivað er, sannleiksorð.
Prædikarin 12:11 Prædikarin
Orð vísmanna eru sum broddar, og savnað saman eru tey sum naglar, ið inn eru negldir; tey eru givin av einum og sama hirða.
Prædikarin 12:12 Prædikarin
Enn skal sigast: Sonur mín! Tak við ávaring! Ikki er endi á, sum bøkur verða skrivaðar, og nógv granskan troyttar likamið.
Prædikarin 12:13 Prædikarin
Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.
Prædikarin 12:14 Prædikarin
Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt.
Onnur Mósebók 25:31 Onnur Mósebók
Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum skulu vera blómur, knappar og útsprungin bløð, sum eru í einum við hann.
Onnur Mósebók 25:32 Onnur Mósebók
Seks armar skulu ganga út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari.
Onnur Mósebók 25:35 Onnur Mósebók
Ein blómuknappur skal setast undir fyrsta armaparið, ið gongur út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið – ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið ganga út úr ljósastakanum.
Onnur Mósebók 25:36 Onnur Mósebók
Bæði blómuknapparnir og armarnir skulu vera í einum við hann; alt samalt skal vera í einum, úr slignum, reinum gulli.
Onnur Mósebók 25:37 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera sjey lampur til ljósastakan, og tær skulu setast so upp, at tær kasta ljósið yvir rúmið har frammanfyri.
Onnur Mósebók 25:38 Onnur Mósebók
Ljósasaksarnir og skarpannurnar, ið til hoyra, skulu vera av reinum gulli.
Onnur Mósebók 25:39 Onnur Mósebók
Eina talent* av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.
Onnur Mósebók 25:40 Onnur Mósebók
Síggj nú til, at tú gert alt eftir myndini, ið víst tær varð á fjallinum!“
Jeremias 1:11 Jeremias
Nú kom orð HARRANS til mín; Hann segði: „Hvat sært tú, Jeremias?“ Eg svaraði: „Eg síggi grein av mandlutræi.“
Jeremias 1:12 Jeremias
Tá segði HARRIN við meg: „Beint hevur tú sæð; tí Eg skal vakja yvir orði Mínum, so Eg lati tað ganga út.“
Fyrsta Mósebók 30:37 Fyrsta Mósebók
Men Jákup tók sær grønar greinar av øsp, mandlutræi og lyni og skavaði hvítar strikur á tær, so tað hvíta á greinunum varð bert.
Fyrsta Mósebók 30:38 Fyrsta Mósebók
Hesar greinar, sum hann hevði skavað, legði hann í rennurnar ella vatntrogini, sum fylgini komu at drekka úr, so at smáfæið hevði tær beint framman fyri seg; og tað paraði seg, táið tað kom at drekka.
Fyrsta Mósebók 30:39 Fyrsta Mósebók
So paraði smáfæið seg framman fyri greinarnar – og lembdi gjørðut, flekkut og skørvut.
Fyrsta Mósebók 30:40 Fyrsta Mósebók
Lombini skilti Jákup burturúr. Og hann læt smáfæið standa so, at tað vendi høvdið ímóti tí gjørðuta og øllum tí svarta í fylgjunum hjá Laban. Á henda hátt fekk hann fylgi, sum hann átti sjálvur, og sum hann ikki læt koma saman við fylgini hjá Laban.
Fyrsta Mósebók 30:41 Fyrsta Mósebók
Hvørja ferð tað sterka smáfæið paraði seg, legði Jákup greinarnar framman fyri tað í rennurnar, fyri at tað skuldi para seg framman fyri greinarnar.
Fyrsta Mósebók 30:42 Fyrsta Mósebók
Men táið tað var tað veika smáfæið, legði hann ikki greinarnar. Á henda hátt kom Laban at eiga tað veika, og Jákup tað sterka.
Fyrsta Mósebók 30:43 Fyrsta Mósebók
Soleiðis varð maðurin ríkari og ríkari; hann fekk nógv av smáfæi, trælkvinnur og trælir, kamelar og esil.
Fyrsta Mósebók 43:11 Fyrsta Mósebók
Og takið dupult av peningi við tykkum, so at tit hava tann peningin við aftur, sum lá ovastur í sekkjum tykkara – tað var kanska av misgáum!