mamma / móðir
20 versir um "mamma / móðir"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini
Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini
Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini
„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“
Efesusbrævið 6:2 Efesusbrævið
„Ær faðir tín og móður tína“ – hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: –
Triðja Mósebók 19:3 Triðja Mósebók
Hvør og ein av tykkum skal óttast móður sína og faðir sín. Sabbatar Mínar skulu tit halda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Orðtøkini 6:20 Orðtøkini
Sonur mín! Goym boð faðirs tíns, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 10:1 Orðtøkini
Orðtøk Sálomos. Vísur sonur gleðir faðir sín, men sonur, sum er dári, er sorg móður sínar.
Orðtøkini 20:20 Orðtøkini
Tann, ið bannar faðir sínum og móður síni, í bølamyrkri skal lampa hansara sløkna.
Orðtøkini 23:22 Orðtøkini
Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!
Orðtøkini 23:23 Orðtøkini
Keyp sannleika og sel hann ikki, keyp vísdóm, tykt og vit!
Orðtøkini 23:24 Orðtøkini
Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
Orðtøkini 23:25 Orðtøkini
Lat faðir tín og móður tína gleðast, lat hana, ið átti teg, fegnast!
Esaias 49:15 Esaias
– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!
Esaias 66:13 Esaias
Sum móðir uggar barn sítt, skal Eg troysta tykkum; í Jerusalem skulu tit verða troystað.
Lukas 18:20 Lukas
Tú veitst boðini: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki bera rangan vitnisburð“; „ær faðir tín og móður tína!““
Jóhannes 19:26 Jóhannes
Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: „Kvinna, hygg sonur tín!“
Jóhannes 19:27 Jóhannes
So segði Hann við lærisveinin: „Hygg móðir tín!“ Og frá teirri stund tók lærisveinurin hana heim til sín.