máling / listmálningur
32 versir um "máling / listmálningur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 35:35 Onnur Mósebók
Hann hevur fylt hjarta teirra við vísdómi at gera alskyns arbeiði við útskering og listveving, at veva toy í ymiskum litum av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni, somuleiðis til vanliga veving – skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði og upphugsa listarverk.“
Onnur Mósebók 31:1 Onnur Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Onnur Mósebók 31:2 Onnur Mósebók
„Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,
Onnur Mósebók 31:3 Onnur Mósebók
og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði,
Onnur Mósebók 31:4 Onnur Mósebók
at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,
Onnur Mósebók 31:5 Onnur Mósebók
at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði.
Esaias 44:13 Esaias
Træsmiðurin strekkir út máliband og merkir fyri við stift, telgir træið til við knívi og merkir fyri við passara; hann ger tað vorðið sum menniskju, sum vakran mann, at standa í húsi.
Fyrra Kongabók 6:29 Fyrra Kongabók
Øll bróst húsins allan vegin runt prýddi hann við útskornum myndum av kerúbum, pálmum og blómukransum – bæði í hini innaru og hini ytru høllini.
Seinna Krønikubók 3:5 Seinna Krønikubók
Hina størru høllina bróstaði hann við syprisviði; harumframt klæddi hann hana við fínum gulli og prýddi hana við pálmum og kransum.
Seinna Krønikubók 3:6 Seinna Krønikubók
Hann prýddi høllina við dýrum steinum. Gullið var parvajimgull.
Seinna Krønikubók 3:7 Seinna Krønikubók
Alt húsið, bæði bjálkar, gáttir, bróst og hurðar, klæddi hann við gulli og læt skera út kerúbar á bróstunum.
Ezekiel 23:14 Ezekiel
Men hon fór enn longur í hordómi sínum. Táið hon sá menn málaðar á bróstið, myndir av Kaldearum, málaðum við reyðum,
Hebrearabrævið 9:14 Hebrearabrævið
hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gud, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi!
Onnur Mósebók 35:30 Onnur Mósebók
Nú segði Móses við Ísraelsmenn: „Síggja tit, HARRIN hevur kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,
Onnur Mósebók 35:31 Onnur Mósebók
og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði,
Onnur Mósebók 35:32 Onnur Mósebók
at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,
Onnur Mósebók 35:33 Onnur Mósebók
at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk.
Onnur Mósebók 35:34 Onnur Mósebók
Eisini hevur Hann givið bæði honum og Oholiab, syni Ahisamak, av ætt Dans, gávur at læra frá sær.
Jeremias 22:14 Jeremias
sum sigur: „Eg skal byggja mær stórt hús við rúmligum sølum,“ og sum so høggur sær vindeygu á tað, bróstar tað við sedrisviði og málar tað reytt.
Onnur Mósebók 31:6 Onnur Mósebók
Til hjálparmann havi Eg givið honum Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans; og øllum teimum monnum, ið gott hegni hava til listarverk, havi Eg givið vísdóm í hjartað, so teir duga at gera alt tað, ið Eg havi álagt tær,
Fyrra Kongabók 6:35 Fyrra Kongabók
Hann læt skera kerúbar, pálmar og blómukransar á tær og klæddi tær við gulli, sum varð lagt javnt út yvir hitt útskorna.
Seinna Krønikubók 2:14 Seinna Krønikubók
hann er sonur kvinnu úr Dan, men faðir hansara er ein maður úr Týrus; hann dugir væl at virka úr gulli, silvuri, kopari, jarni, steini og viði og úr purpurreyðum og bláum tógvi, hvítari bummull og skarlaksreyðum tógvi, og hann kann at gera alskyns útskorið arbeiði og upphugsa alskyns listarsmíð, ið honum verður álagt; hann skal arbeiða saman við meistarum tínum og meistarum harra míns Dávids, faðirs tíns.
Ezekiel 8:10 Ezekiel
Táið eg nú kom inn, fekk eg at síggja alskyns myndir av viðurstyggiligum skriðdýrum, fýrføttum dýrum og øllum avgudum Ísraels hús rist inn í veggirnar rundanum.
Ezekiel 23:15 Ezekiel
gyrdum við belti um lendarnar, við niðurhangandi, litaðum húgvum á høvdunum – allir vóru teir at síggja sum vagnkappar – ja, táið hon fekk at síggja hesar myndir av sonum Bábels, sum høvdu Kaldea til føðiland,
Ezekiel 23:16 Ezekiel
brann hon av trá, við tað sama sum hon fekk eyga á teir, og hon sendi boð til Kaldea til teirra.
Ezekiel 23:17 Ezekiel
Synir Bábels komu tá til hennara og lógu hjá henni í elskhugi og gjørdu hana óreina við hori sínum; men táið hon var vorðin órein við teimum, vendi sál hennara sær frá teimum.
Habakkuk 2:18 Habakkuk
Hvat batar útskorin mynd, síðani smiðurin sker hana út! Ella hvørja nyttu ger stoypt mynd – lygilærari – síðani hann, ið stoypt hana hevur, lítur so á hana, at hann ger sær málleysar avgudar!
Ápostlasøgan 17:29 Ápostlasøgan
Táið vit nú eru ætt Guds, mugu vit ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna.
Opinberingin 21:18 Opinberingin
Múrur staðarins var laðaður av jaspis, og staðurin var reint gull, líkur reinum glasi.
Opinberingin 21:19 Opinberingin
Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd,
Opinberingin 21:20 Opinberingin
fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryl, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametyst.
Opinberingin 21:21 Opinberingin
Hini tólv portrini vóru tólv perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas.