Malakias

51 versir um "Malakias"

Versir

Síða 1 av 2
Malakias 3:10 Malakias

Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!

5
Malakias 1:1 Malakias

Spádómur – orð HARRANS til Ísrael við Malakiasi.

4
Malakias 3:1 Malakias

Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna.

3
Malakias 3:6 Malakias

Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups.

3
Haggai 1:13 Haggai

Tá segði Haggai, sendiboð HARRANS, við fólkið – so sum HARRIN hevði álagt honum: Eg eri við tykkum – sigur HARRIN.

2
Malakias 1:2 Malakias

Eg havi elskað tykkum! sigur HARRIN. Men tit spyrja: „Við hvørjum hevur Tú víst okkum kærleika Tín!“ – Eru ikki Esau og Jákup brøður! – sigur HARRIN; tó elskaði Eg Jákup;

2
Malakias 1:3 Malakias

men Esau hataði Eg og gjørdi fjøll hansara til oyðimørk og arv hansara sjakalunum úr oyðimørkini til bústað.

2
Malakias 1:4 Malakias

Sigur Edom: „Vit eru lagdir í oyði, men vit skulu byggja toftirnar upp aftur!“ sigur HARRIN Gud herskaranna so: Byggi teir! – Eg skal ríva niður, og teir skulu verða róptir „gudloysisland“ og „fólkið, ið HARRIN er vreiður á í allar ævir“!

2
Malakias 1:5 Malakias

Tit skulu við egnum eygum fáa tað at síggja, og tit skulu siga: „Stórur er HARRIN, út um landamark Ísraels!“

2
Malakias 1:6 Malakias

Sonur heiðrar faðir sín, og tænari harra sín. – Eri Eg nú faðir, hvar er tá heiður Mín! Og eri Eg harri, hvar er tá óttin fyri Mær! – sigur HARRIN Gud herskaranna við tykkum, tit prestar, sum vanvirða navn Mítt. – Tit spyrja: „Við hvørjum hava vit vanvirt navn Títt!“

2
Malakias 1:7 Malakias

Við at bera fram óreinan mat á altar Mítt! – Tit spyrja: „Við hvørjum hava vit gingið reinleika Tínum ov nær!“ Við at siga: „Borð HARRANS er lítlan heiður vert!“

2
Malakias 1:8 Malakias

Táið tit leiða fram sum offur blint kríatúr, halda tit tað ikki saka! Og táið tit leiða fram eitt, sum er lamið ella sjúkt, halda tit tað ikki saka! Kom við slíkum til landsstjóra tín! Man honum fara at dáma tað! Man hann fara at taka væl ímóti tær! – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 1:9 Malakias

Bønið tí nú Gud um at vera okkum náðigan! Við tykkara egnu hondum hava tit gjørt hetta – fær Hann verið náðigur fyri tykkum! sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 1:10 Malakias

Hevði bert onkur verið millum tykkara, sum vildi læst tempuldyrnar, so tit ikki til einkis kynda eld á altari Mínum! Eg havi ongan tokka til tykkara – sigur HARRIN Gud herskaranna – og offurgávur av hond tykkara líkar Mær ikki!

2
Malakias 1:11 Malakias

Tí frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 1:12 Malakias

Men tit vanhalga tað við at siga: „Borð HARRANS er óreint, og maturin, ið givin verður til tað, er lítið verdur!“

2
Malakias 1:13 Malakias

Ja, tit siga: „Á tað stríð!“ Og tit blása eftir tí – sigur HARRIN Gud herskaranna – og bera fram tað, ið rænt er, og tað, ið lamið og sjúkt er – slíkt bera tit fram sum offurgávu! Skuldi Mær líkað slíkar gávur frá tykkum! – sigur HARRIN.

2
Malakias 1:14 Malakias

Bannaður veri tann svikari, sum í fylgi sínum hevur kríatúr av hannslagi og kortini, táið hann hevur gjørt lyfti, ofrar Harranum kríatúr, sum einki nyttar! Tí Eg eri stórur kongur – sigur HARRIN Gud herskaranna – og navn Mítt er øgiligt millum tjóðirnar.

2
Malakias 2:1 Malakias

Og nú kemur hetta boð til tykkara, tit prestar!

2
Malakias 2:2 Malakias

Vilja tit ikki hoyra og leggja tykkum tað á hjarta, so tit geva navni Mínum heiður – sigur HARRIN Gud herskaranna – so skal Eg senda bannið móti tykkum og banna signingum tykkara; ja, Eg havi longu bannað teimum, aftur fyri at tit leggja tykkum tað ikki á hjarta.

2
Malakias 2:3 Malakias

Eg skal lata revsing Mína ráma avkom tykkara, og Eg skal kasta skarn í andlit tykkara, skarnið úr hátíðarofrum tykkara, og tit skulu sjálvir verða kastaðir í tað.

2
Malakias 2:4 Malakias

Tá skulu tit sanna, at Eg havi sent tykkum hetta boð; tí Eg havi sáttmála við Levi – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 2:5 Malakias

Eg hevði sáttmála við hann, og í honum var lív og friður; tað gav Eg honum, uppá at hann skuldi óttast Meg – og hann óttaðist Meg og bar ræðslu fyri navni Mínum.

2
Malakias 2:6 Malakias

Sannleikalóg var í munni hansara, og órættur varð ikki funnin á vørrum hansara; friðarligur og sannorðaður gekk hann leiðir Mínar, og mong umvendi hann frá misbroti.

2
Malakias 2:7 Malakias

Tí varrar prests skulu halda fast við kunnskap, og lóg vænta tey sær av munni hansara; tí hann er sendiboð HARRANS Guds herskaranna.

2
Malakias 2:8 Malakias

Men tit eru viknir av leiðini og hava við læru tykkara volt, at mong eru fallin; tit hava spilt sáttmálan við Levi – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 2:9 Malakias

Tí havi Eg eisini gjørt, at tit eru vanvirdir og hava lítið at týða í eygum als fólksins – aftur fyri at tit akta ikki eftir leiðum Mínum, men gera mannamun í lóglæruni.

2
Malakias 2:10 Malakias

Hava vit ikki allir sama faðir! Hevur ikki sami Gud skapt okkum! Hví eru vit tá trúleysir hvør við annan, so vit vanhalga sáttmála fedra okkara?

2
Malakias 2:11 Malakias

Juda hevur borið seg trúleyst at, og í Ísrael og Jerusalem er gjørt tað, sum viðurstyggiligt er; tí Juda hevur vanhalgað halgidóm HARRANS, sum Hann elskar, og hevur gift seg við dóttur fremmandan gud.

2
Malakias 2:12 Malakias

Hjá tí manni, ið slíkt ger, skal HARRIN oyða úr tjøldum Jákups hvørja livandi sál – eisini tann, ið ber fram offurgávur til HARRAN Gud herskaranna!

2
Malakias 2:13 Malakias

Harnæst gera tit eisini hetta: Tit fjala altar HARRANS við tárum, við gráti og suffum, so Hann vendir Sær ikki longur til offurgávuna, tekur ei heldur við gleði móti nøkrum av hond tykkara.

2
Malakias 2:14 Malakias

– Tit spyrja: „Hví?“ Tí HARRIN hevur verið vitni millum teg og konu ungdóms tíns, sum tú hevur verið trúleysur við, tóat hon er maki tín, ektakona tín!

2
Malakias 2:15 Malakias

„Men hevur ikki ein* gjørt so og ikki doyð kortini!“ – Men hvat gjørdi hesin eini! Hann vildi fáa ættina, ið Gud hevði lovað honum;** men tit skulu varða lív tykkara, og konu ungdóms tíns mást tú ikki vera trúleysur.

2
Malakias 2:16 Malakias

Tí Eg hati skilnaðarsótt – sigur HARRIN Gud Ísraels; við henni sveipar ein yvirgang um klæði síni – sigur HARRIN Gud herskaranna. Aktið tí eftir anda tykkara og verið ikki trúleysir!

2
Malakias 2:17 Malakias

Tit hava troyttað HARRAN við orðum tykkara! – Tit spyrja: „Við hvørjum hava vit troyttað Hann?“ Við at siga: „Hvør tann, sum ilt ger, er góður í eygum HARRANS, og slíkir eru Honum til gleði!“ – ella: „Hvar er tann Gud, sum dømir!“

2
Malakias 3:2 Malakias

Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur.

2
Malakias 3:3 Malakias

Hann skal sita og bræða og reinsa silvurið; Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur, so teir kunnu bera HARRANUM fram offurgávur í rættvísi.

2
Malakias 3:4 Malakias

Og offurgávur Juda og Jerusalems skulu toknast HARRANUM sum í gomlum døgum, sum í farnum árum.

2
Malakias 3:5 Malakias

Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:7 Malakias

Líka frá teimum døgum fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara! – sigur HARRIN Gud herskaranna. – Tit siga: „Hvørjum skulu vit venda við frá!“

2
Malakias 3:8 Malakias

Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!

2
Malakias 3:9 Malakias

Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!

2
Malakias 3:11 Malakias

Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:12 Malakias

Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:13 Malakias

Tit hava talað hørð orð móti Mær! – sigur HARRIN. – Tit spyrja: „Hvat hava vit okkara millum talað móti Tær!“

2
Malakias 3:14 Malakias

Tit hava sagt: „Einki spyrst burtur úr at tæna Gudi! Hvat hava vit vunnið við at akta eftir boðum Hansara og ganga í syrgibúna fyri HARRANS Guds herskaranna skuld!

2
Malakias 3:15 Malakias

Nei, vit prísa hini hugmóðigu lukkulig! Hjá teimum gongur uppeftir, sum liva í gudloysi; tey freista Gud og sleppa órevsað!“

2
Malakias 3:16 Malakias

Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.

2
Malakias 3:17 Malakias

Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.

2
Malakias 3:18 Malakias

Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum.

2