lýstur / kynsligur lystur
14 versir um "lýstur / kynsligur lystur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Job 31:1 Job
„Sáttmála hevði eg gjørt við eygu míni, at eg skuldi onga moyggj hyggja á.
Orðtøkini 6:25 Orðtøkini
– Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Fyrra Tessalonikabrævið 4:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:4 Fyrra Tessalonikabrævið
at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:5 Fyrra Tessalonikabrævið
ikki í girndarbruna, sum heidningarnir, ið kenna ikki Gud,
Seinna Timoteusarbrævið 2:22 Seinna Timoteusarbrævið
Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!
Jákupsbrævið 1:14 Jákupsbrævið
Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
Jákupsbrævið 1:15 Jákupsbrævið
Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.
Fyrra Pætursbrævið 2:11 Fyrra Pætursbrævið
Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!